Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gongur tað við somu ferð sum higartil, so verða seinastu plássini á sjúkrahúsunum í Stokkhólmi full longu í næstu viku.

 

Tað skrivar Aftonbladet, sum hevur fingið hendur á innanhýsis skjølum.

 

Seinasta samdøgrið eru 34 fólk deyð í Svøríki, sum er fleiri fólk enn nakrantíð síðani koronakreppan byrjaði. Minst tveir læknar og tvær sjúkrasystrar eru so mikið illa fyri av sjúkuni, at tey sjálvi liggja í respiratori á intensivari deild.

 

Í Svøríki verður sagt, at um mánaðarskiftið er farsóttin komin í hæddina. Men skjølini vísa, at longu 7. apríl er ongin song eftir til tey álvarsliga sjúku, um ikki okkurt verður gjørt fyri at útbyggja kapasitetin.

 

Sum ein part av loysnini verður skotið upp, at heilsustarvsfólk skulu hava venjing í at viðgera fólk heima við hús. Sagt verður eisini, at heilsustarvsfólkini í eina tíð mugu góðtaka at góðskan av viðgerðini kann versna.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo