Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin fyrra hálvár er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,8 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 35,9% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 24,2%.

Um vit ikki rokna skip og flogfør við, er størsti vøksturin í bólkinum brennievni, har innflutt er fyri 500 milliónir krónur meira. Sostatt er innflutningsvirðið av brennievni nærum tvífaldað.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har vøksturin er 42,6%.

Vinnan hevur eisini innflutt meira til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu. Her er vøksturin ávikavist 30,5% og 29,8%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo