Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin til og við november 2021 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur.

Hetta er ein vøkstur á 12,3% í mun til sama tíðarskeið í 2020.

Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í 2021 samanborið við 2020.

Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkinum 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er 49,2%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo