Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er at fegnast um, at innkomuvegurin til Havnar, loksins fær ta vælvild og fíggjaligu raðfesting á fíggjarlógini, ið just er løgd fram.

Tó undraðist undirritaða yvir lesarabrævið hjá Heðini Mortensen hesum viðvíkjandi um vikuskiftið, har hann leggur eftir mær og vildi geva mær skyldina fyri, at ongin innkomuvegur er komin hesi árini.

Tað er áhugavert at síggja hvussu væl undanfarni borgarstjórin, sum sjálvur hevur sitið i býráðum í 48 ár, harav 12 ár sum borgartjóri og ikki megnaði at fáa innkomuvegin uppá  pláss, nú av øllum alvi roynir at skifta fokus við at geva øðrum skyldina.

Heðin Mortensen vísir á, at hann í 2016 (beint fyri kommunuvalið) undirskrivaði eina avtalu við tásitandi landsstýrismann í samferðslumálum, Henrik Old, um innkomuvegin.

Trupulleikin við hesi avtalu var, at hon var ikki verd tað pappírið, hon varð skrivað á, tí hon var hvørki kjølfest í landsstýrinum, ei heldur í løgtinginum og ikki ein króna var sett av til innkomuvegin á fíggjarlógini, og bleiv tað heldur ikki tey árini Javnaðarflokkurin ráddi fyri borgum í landsstýrinum.

Avtalan frá 2016 var tí bert eitt politiskt stunt hjá Javnaðarflokkinum beint fyri kommunuvalið.

Javnaðarflokkurin sat í landsins stjórn frá 2015 til 2019, men har var ongin vilji til at loysa innkomuvegin, hvørki í landsstýrinum ella í løgtinginum.

Undirritaða hevði nógvar fundir við javnaðarstjórina um innkomuvegin, áheitanir komu frá kommununi í hópatali og enntá var undirritaða í politiskum kjaki í sjónvarpinum við landsstýrismannin, sum bara slóð alt uppá glens við innkomuvegnum.

Meðan bíðað varð eftir Javnaðarflokkinum, setti eg eina kanning í verk um at lata gera ein tunnil frá Hvítanesi til vesturbýin, ein kanning , sum tók 3 mánaðir.

Hetta var ikki fyri at steðga nøkrum innkomuvegi, men fyri at fáa eina betri og bíligari loysn á ferðslutrupulleikunum, tí eg sá, at hetta gekk galið, um ongin innkomuvegur kom.

Tað vísti seg eisini, at hendan loysin var bæði bíligari og betri, men heldur ikki hetta ynskti Javnaðarflokkurin at fremja.

Javnaðarflokkurin legði eina hálvhjartað ætlan um innkomuvegin fyri tingið beint  fyri samgonguskeiðið varð endað, og tað var øllum greitt, at hetta fór ikki at vera veruleiki við einari samgongu, sum hevði mist meirilutan.

Haldi at Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin eiga at fegnast heldur enn at ilskast, at innkomuvegurin loksins kemur, og at semja er millum landsstýrið, tunnilsfelagið og kommununa um eina loysn, og at peningur er settur av til endamálið.

Verkætlanin við innkomuvegnum hevur í ár 20 ár á baki og eg vil takka landsstýrinum fyri ta vælvild lokins at seta verkætlanina í gongd.

Okkara partur í Tórshavnar kommunu við íbíndingarvegum kemur ikki at liggja eftir.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo