Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Samarittarnir eiga stóra tøkk og rós uppiborið, sigur vakthavandi á politigarðinum (savnsmynd).

- Samarittarnir eiga stóra tøkk og rós uppiborið, sigur vakthavandi á politigarðinum (savnsmynd).

Tvey mál um grovan harðskap vóru í náttarlívinum síðstu nátt.

Í tí eina førinum bleiv eitt fólk innlagt á Landssjúkrahúsið, tí viðkomandi hevur fingið álvarsligan skaða í høvdið.

Málini verða nú bæði kannað nærri og enda helst í rættinum.

- Annars vóru sera nógv fólk í býnum, og eisini vóru nógv fólk sum høvdu drukkið meira rúsdrekka enn gott er, og tí máttu fáa hjálp, greiðir vakthavandi á politistøðini frá.

- Samarittarnir eiga rós og stóra tøkk uppiborna, tí teir gera eitt megnar arbeiði við at hjálpa hesum fólkunum. Tað ger eisini, at vit hjá politinum hava fleiri hendur tøkar til aðrar uppgávur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo