Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kelda: Landsbanki Føroya. Innlánsyvirskot í føroyskum peningastovnum. Millumbanka inn- og útlán eru ikki íroknaði.

Kelda: Landsbanki Føroya. Innlánsyvirskot í føroyskum peningastovnum. Millumbanka inn- og útlán eru ikki íroknaði.

Landsbankin: Innistandandi hjá kundum í føroysku bankunum er tilsamans 24,8 mia. kr. og kundar hava lán frá føroysku bankunum fyri 19,8 mia. kr. Innlánsyvirskotið hjá føroysku bankunum er sostatt 5 mia. kr. Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020.

Mynd 1 niðanfyri vísur gongdina í innlánsyvirskotinum hjá føroysku bankunum síðani 2014. Tað hevur verið vaksandi frá 2014 til 2018, og hevur síðani tá sveiggjað millum 5 og 6 mia. kr.

Tá talan er um inn- og útlán til føroyskar kundar einans, eru útlánini 15,7 mia. kr. tilsamans og innlánini 17,2 mia. kr. Hetta gevur eitt innlánsyvirskot á 1,5 mia. kr. í føroysku peningastovnunum (saldo ultimo september 2020).

Tað eru í størsta mun húsarhaldini, sum hava innlánsyvirskot í føroysku peningastovnunum. Vinnan og kommunurnar hava størri skuld í bankunum, enn innistandandi.

Húsarhaldini hava umframt skuld í føroysku bankunum, sethúsalán í donskum realkredittstovnum. Um skuldin hjá húsarhaldunum til donsku realkredittstovnarnar verður tald við, hava húsarhaldini eitt innlánsyvirskot á 233 mió. kr. við endan av triðja ársfjórðingi 2020.  

Sí frágreiðingina her.

Kelda: Landsbanki Føroya. Innlánsyvirskot í føroyskum peningastovnum. Millumbanka inn- og útlán eru ikki íroknaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo