Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Albania á Tórsvølli týskvøldið verður serligur á tann hátt, at ongantíð áður hava londini hitt hvørt annað í A-landsliðshøpi hjá monnum

Í góðveðrinum bleiv skipað fyri FM í VEG súkkling. Bláur himmal og sól, og tí var lagið gott, tá byrjað var í Runavík

Teir høvdu ætlað og vónað meira, men tá til stykkis kom, máttu U21 dreingirnir taka til takkar við einum javnleiki móti Andorra

Í 3. settinum vísti Montenegro, at tær hava nakrar dygdir, sum føroyska liðið ikki hevur enn

Leygardagin spælir føroyska A landsliðið ímóti Kekkia á Tórsvølli. Í hesum sambandi skipar fjepparafelagið Skansin fyri stórari upphiting til dystin

Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið

Ein sigur og ein javnleikur var úrtøkan hjá føroyska U21-landsliðnum, sum til EM 2011 var í bólki saman við Andorra. Nú eru londini aftur í sama bólki, og fyrsti dysturin verður við Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin klokkan 18:00

Tað styttist til Oyggjaleikir, tá føroysk ítróttarfólk skulu royna seg móti sterkastu ítróttarfólkum úr øðrum oyggjum í Atlantshavinum. Eisini føroyskir súkklarar skulu royna seg

StÍF og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár

Onnur Safari uttandurakappingin í ár var hildin á nýggju ríðingarbreytini undir Kráarheyggi í Havnardali um vikuskiftið

Ári Mohr Jónsson verður ikki tøkur til landsdystirnar móti Kekkia og Albania. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Magnusi Egilsson úr B36

Í morgin verður fyrsta av trimum FM kappingum í VEG-súkkling, og verða tær allar skipaðar í somu viku

Nú seint seinnapartin tendraði borgarstjórin nýggju LED-ljósini á Tórsvølli. Hesi tryggja, at ongin ljósdálking er og at ljósini bara lýsa niður á vøllin

Eyðun Klakstein hevur úttikið Áka Johannesen úr B68 í staðin fyri Samuel Chukwudi, ið orsaka av skaða hevur givið avboð til dystin móti Andorra

Tað verður Hørður Askham úr HB, ið avloysir Mads Boe Mikkelsen til landsdystirnar móti Kekkia og Albania

Í dag 12. juni fer eitt ferðalag frá Parasport á flog, og liggur leiðin til Berlin at luttaka í heimsins størsta inklusiva ítróttartiltaki, Special Olympics World Games Berlin 2023

Ian er 37 ára gamal og er kendur í føroyska flogbóltsheiminum. Hann byrjar í starvinum 1. august 2023

Eftir at hava sitið uttanfyri við skaða, er Jóannes Bjartalíð umsíðir tøkur aftur til A-landsliðið, sum í næstum skal møta Kekkia og Albania á Tórsvølli

Aftur í ár skipar Havnar Badmintonfelag fyri Badmintonskúla fyri yngri leikarum. Badmintonskúlin verður í døgunum 28. juni til og við 30. juni

Um vikuskiftið eru fleiri heiðrað fyri sítt íkast til fimleikin

StíF og Andri K. Hansen hava gjørt avtalu um, at hann verður málmaður hjá besta mansliðnum hjá StÍF komandi kappingarár. Sostatt er Andri komin aftur til sítt barndómsfelag

Miðalstøðið hjá føroysku bogaskjúttunum er, sum tá bogaskjóting seinast var á skránni á Oyggjaleikunum, og Føroyar vunnu samanlagt

Saman við AB, HB og B68, skipar FSF fyri fýra fótbóltsskúlum í summar. Fyrsti fótbóltsskúlin verður Inni í Vika á Argjum 6. og 7. juli

Fyrr í vikuni skipaði FSF fyri felagsfundi fyri øllum venjarunum kring landið, ið taka sær av U11 og U13 hjá bæði gentum og dreingjum

Mjølnir verður eisini við til at skriva føroyska flogbóltssøgu í heyst, tá føroyameistarin og steypavinnarin hjá monnum fer at luttaka í Challenge Cup

Føroyameistararnir og steypavinnararnir úr SÍ í kvinnuflogbólti fara at skriva føroyska flogbóltssøgu í heyst

Ólavur Frederiksen, myndamaður, tók 185 myndir av tá ið Tórshavn Maraton 2023 var sunnudagin

Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum, tá Andorra seinni í mánaðinum vitjar við Djúpumýru í Klaksvík

Leygardagin 10. juni verða Stuttleikir aftur á Tórsbreyt. Hetta er 14. ferð, at ungdómurin hjá Hvirluni skipar fyri leikunum, sum er frælsur ítróttur fyri børn yngri enn 12 ár, og undirtøkan plagar at vera góð

 

- Hetta er 6. ferð at Virtus Global Games verða hildnir, og er hetta aðru ferð at Signa Vár Dávadóttir luttekur

Um 400 fólk runnu Marathonrennin í Havn sunnudagin, harav um helmingurin vóru útlendingar úr fleiri enn 30 ymsum londum

Í dag verður tíðindafundur í FSF-húsinum í samband við úttøkur av manslandsliðnum og U21-landsliðnum, sum seinni í mánaðinum skulu spæla EM-undankappingardystir á heimavølli

Sólin skein oman og niðan, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, sendi allar rennararnar avstað úr Vágsbotni kl. 13.00 seinnapartin

Í dag varð FM í triathlon hildið í Tórshavn. Teinurin var tann sokallaði OL-teinurin, ið er 1.500 m svimjing, 40 km súkkling og til seinast 10 km renning

Sunnudagin spæla flogbóltslandsliðini hjá monnum og kvinnum seinastu heimadystirnar í Silver League. Kvinnurnar spæla ímóti Portugal kl. 16, og menninir spæla ímóti Lettlandi kl. 19

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Hans Arni Davdisen, stjóri, undirskrivaði fyri Sp/f HD-EL

- At hondbóltslandsliðið nú hevur spælt seg í endaspælið er ein stórhending, ið krevur, at vit øll standa saman

Silver League, kvinnur: Føroyar – Georgia 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-22)

Livar Nysted hevur lagt video upptøku út á sín Facebook-vanga frá, tá ið nýggi Norðingur var flotaður í gjár

Sunnudagin 4. juni er maratonrenning í Havn. Í hesum sambandi eru fleiri broytingar í bussferðsluni

Sunnudagin 4. juni eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19 í sambandi við Tórshavn Marathon

- Hevur tú hug at luttaka í einum av størstu rennitiltøkunum í Føroyum, har sum luttakarar úr øllum heiminum eru við?

Silver League, menn: Kýpros – Føroyar (spældur í Føroyum): 3-0 (25-19, 25-15, 25-15)

 

Leikararnir í bæði E, M og A bólkinum høvdu fleiri tættar og gevandi dystir, har føroysku leikararnir stóðu seg sera væl

Mikukvøldið kl. 19 spæla føroysku flogbóltskvinnurnar annan dystin í evropeisku Silvurliguni, og hóast tær taptu 3-0 fyri Montenegro í fyrsta dystinum í kappingini leygardagin, so eru vónirnar til dystin í morgin ímóti Georgia nógv betri

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er nú liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið møtir Kekkia

Føroysku flogbótlsmennirnir byrjaðu sína Silver League kapping í kvøld í móti Kýpern. Tað bleiv til eitt 3-0 tap, við møguleika fyri uppreisn í morgin

Á eykaaðalfundi í apríl var samtykt at taka felagið av, og á fundi í kvøld skal býráðið góðkenna avgerðina hjá eykaaðalfundinum, skrivar KVF

Ein sigur, tríggir javnleikir og eitt tap gjørdist endaliga úrtøkan hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í síðstu viku tók lut í EfB Elite Cup 2023 í Esbjerg

Leygardagin 27. mai setur A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti sjøtul á Silver League-kappingina, tá Montenegro kemur á vitjan í høllini á Hálsi