Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyrstu dystirnir í FM finalunum í kurvabólti vóru leiktir leygardagin

Fyrr í vikuni vóru Fótbóltsmennarar hjá FSF á vitjan í Suðuroynni, har fyrsti partur av fýra evnis-vitjanum, sum í næstum vera kring landið, var á skránni

Team Klaksvík eru bronsuvinnarar annað árið á rað í Burn deildini. Team Klaksvík vann bronsudystin í dag móti Neistanum 32-30

Nú vikuskifti stundar til bjóðar Hvistan til heilsutúr á Tvøroyri

Hóast mótstøðuliðini vunnu í øllum trimum dystum, so hava tað verið nógvar góðar upplivingar hjá arbeiðssomu U17 gentunum farnu vikuna

Fyri fyrstu ferð síðan stríðsítróttin brasilskt jiu-jitsu kom til Føroyar, fer eitt lið av føroyingum av landinum at kappast.

Í góðveðrinum um vikuskiftið varð ein sera væleydnað FM-kapping hildin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í Havnardali. Innleiðandi umførini vóru fríggjadagin og finalurnar leygardagin

Útsetta 3. umfar í Betri Deildini hjá monnum er lagt mikukvøldið 26. apríl. Eitt kvøld har heimafeløgini kunnu fara at merkja, at kapping verður um áskoðarar og miðlar, skrivar Bolt.fo

Í eina tíð hevur Fleyr havt annað beinið í FM-finalunum, men eftir 3-0 sigur á SÍ í gjár eydnaðist loksins at fáa hitt beinið innum eisini

Leygardagin vóru finalurnar í KONTRAST FM leiktar í Høllini á Hálsi í Havn fyri at finna føroyameistararnar í teimum ymisku disciplinunum í badminton

Ein søguliga stór mynd er tikin, ið vísir ein stóran part av stóru StÍF-familjuni

Mjølnir-TB 3-2 (18-25, 14-25, 25-22, 25-22, 15-10)

Í morgin vitjar SÍ Fleyr í Havn, og støðan í landskappingini undan dystinum er, at Fleyr á øðrumplássi er fýra stig frammanfyri SÍ á triðjaplássi, og tí liggur til at koma í FM-finaluna, har mótstøðuliðið verður Mjølnir

Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis verður spæld í kvøld, og nú eru finalistarnir í einmansleiki funnir

Føroyameistararnir í badminton skulu finnast í morgin leygardagin, har finalurnar í KONTRAST FM blíva leiktar í Høllini á Hálsi í Havn

Nú nærkast av álvara, til at ársins FM-kapping í borðtennis fer av bakkastokki. Í morgin, fríggjadagin 14. apríl, verða innleiðandi umførini spæld

Á hugnaligari løtu í dag, í Ítróttardeplinum við Stórá, varð sáttmáli undirskrivaður millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Møblasølu

- Vit fegnast um, og eru sera takksom fyri at Hotel Hafnia vil halda fram at stuðla arbeiðinum hjá Parasport Føroyar eins og tey hava gjørt seinastu árini

Í gjár varð sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll í Hoyvík undirskrivaður. Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki

Eiðis Dartfelag er tað nýggjasta dartfelagið, og um vikuskiftið verður felagið vertur fyri síni fyrstu dartkapping

U19 landsliðið við gentum hevur við sigrum móti Malta og Armenia tryggjað Føroyum uppflyting til A-deildina í komandi EM undankapping

Við 3-0 sigri á KÍF, og við hjálpandi hond frá SÍ, sum vann 3-0 á TB, hevur Fleyr spælt seg í FM-finalurnar, har mótsøðuliðið verður júst SÍ í Føroya Tele-deildin hjá kvinnum

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er aftur føroyameistari í talvi

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar

- Talan gjørdist um eina sanna málveitslu í ársins fyrsta dysti hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum mikudagin møtti Luksemborg í fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í hesum døgum

Støðan broyttist ikki í FM-stríðnum í talvi eftir sætta og næstsíðsta umfar skírisdag

- Eitt gull og eitt silvur til føroyskar reiðkvinnur, á Icehorse festival í Herning

- Nú er eingin ivi

Forsetin í FSF, Christian Andreasen, er í løtuni, saman við Maria J. Joensen og Kristin Dam Ziska, (myndin) á kongress hjá Uefa í Lissabon, Portugal, og sigur forsetin, at góða úrslitið hjá Uefa ger at Frøoyar fáa meira pengar

Summarfuglarnir byrja at gera um seg í føroysku leguni, nú fyrri vinardysturin móti Luksemborg av álvara nærkast

- Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot

Nú er greitt, hvør møtir hvørjum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og í innleiðandi umfarinum og 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum

Sunnudagin vóru seinastu pílarnir kastaðir í altjóða kappingunum, sum hava verið á Glasi um vikuskiftið. Hesaferð var talan um kappingina Faroe Islands Open

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør

Skal VAR-skipanin takast í nýtslu í føroyskum fótbólti? Tann spurningin hevur dómaradeildin hjá FSF sett sær, og í dag tók leiðarin á deildini ímóti fólki frá einum veitara, skrivar KVF

Í øðrum umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar pálmasunnudag vann Helgi á Martin Poulsen og Høgni knógvaði Luitjen Akselsson Apol

Pílarnir vórðu kastaðir næstan 58.000 ferðir

Fyrstu pílarnir í Tórshavn Open 2023 vórðu kastaðir á Glasi í gjár, tá kappast var í tvímansleiki

Í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum heldur kapprenningin millum Fleyr og TB fram um rættin at møta SÍ í FM-finalunum í flogbólti

100 ára jubileums FM-einstaklingakappingin 2023 fer av bakkastokki leygardagin 1. apríl

- Vinnur Mjølnir sær trý stig leygardagin, so eru bert evarska smáir matematiskir møguleikar fyri, at Fleyr kann taka fyrstaplássið

Í døgunum 31. mars til 2. apríl skipar Havnar Dartfelag saman við Dartsambandi Føroya fyri altjóða dartkappingunum á Glasi

Føroyska landsliðið í badminton, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey, er nú úttikið

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til menningarkapping fyri WU17 landslið, sum verður á Malta 9.-18. apríl

Mánakvøldið verður beinleiðis lutakast í Televarpinum um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Jákup Martin Joensen, hjálparvenjari hevur sagt seg úr starvi í HB, skrivar Norðlýsið

Føroyska manslandsliðið spældi ein góðan dyst í Skopje, men tá avtornaði vann Norðurmakedónia 1-0, sum skoraði málið tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum

Bárður á Reynatrøð fær sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, tá Norðurmakedónia tekur ímóti á Todor Proeski Stadion klokkan fimm seinnapartin. Sjey broytingar eru gjørdar á liðnum í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu móti Moldova

ÍSF og Parasport Føroya hava í løtuni vitjan av nevndini í grønlendska ítróttarsambandinum. Formaður í Grønlendska Ítróttasambandinum er Nuka Kleemann

ÍF - Ternan: 2 - 0 (25-16, 28-26)