Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Við sigrinum er SÍ nú 4 stig frammanfyri Fleyr, sum hevur spælt ein dyst minni. Lítil ivi er um, at tað verða hesi bæði liðini, sum koma í FM-finalurnar

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðkað frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er

Jóhann Hansson Joensen er nýggjur leikari hjá 07 Vestur. Hann undirskrivaði sáttmála í dag

Nú kunnu vitjandi í svimjuhøllini gleða seg til, at 5-metur vippan aftur verður tikin í nýtslu. Vippan, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur upp aftur komandi vár

Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini

Meðan drama var í bólki E í HM-kappingini í fótbólti hóskvøldið, var eitt annað drama í Sørvági, tá SÍ og Mjølnir møttust í Føroya Tele-deildini hjá monnum í flogbólti

- Líkt er til, at Føroya Tele-deildin hjá kvinnum verður ein kapprenning millum Fleyr og SÍ. SÍ liggur á odda, men Fleyr er bert eitt stig aftanfyri og Fleyr hevur ein dyst til góðar í mun til SÍ

Eftir ein vánaligan fyrsta hálvleik vaknaði Ongland í seinna hálvleiki, og gippaði Wales til hús

Kappingin var í Løkshøll í Rúnavík

Nú Føroya Tele-deildin hjá monnum er knappliga hálvrunnin, liggur Fleyr heldur óvæntað á odda - eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum tó hevur leikt ein dyst minni enn Fleyr. ÍF hevur víst seg at vera veikari enn væntað

Besta kvinnuliðið hjá KÍ fær danskan venjara næsta kappingarár. Sáttmáli er gjørdur við Kristoffer Kvistgaard næstu tvey árini

Virknishøllin í Finsen í Havn er leygar- og sunnudagin karmur um kappingar í styrkilyfting og vektlyfting. Styrkilyfting er leygardagin kl 13:00. Vektlyfting er sunnudagin kl 12:00, menn og kl 13:30, kvinnur

Nú ber til at ogna sær Landsliðspakkan 2023 í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Landsliðspakkin gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum komandi ár

Slovenia, Portugal og Kasakstan vóru ov stórir bitar hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum síðstu tíggju dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Algarve í Portugal

Hóast onkrar avbjóðingar vóru, so er dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen sum heild væl nøgdur við kappingarárið 2022

Úrtøkan gjørdist til trý tap hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum síðstu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Kroatia

Dyggur smeitur hjá KÍ, sum nú sigur faral við sín kanska besta álopskenda leikara síðstu árini, skrivar Bolt.fo

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt einmælt at játta 10 mió. kr. í 2023 til at projektera og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum!

FSF ger í hesum døgum eina spurnarkanning, ið hevur til endamáls at menna føroyskan fótbólt. Øll, ið luttaka, eru við í lutakastinum um eitt gávubræv upp á 3.000 kr. frá Atlantic Airways

42 ára gamli Magne Hoseth er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ, skrivar Norðlýsið

Leygardagin 19. november var ein allround amboðskapping í Fimi í Havn. Kappast var í øllum amboðum og tú sært úrslitini og myndir her

Bogaskjótisamband Føroya hevur sett tríggjar danskar venjarar til at venja landsliðið, sum skal til Oyggjaleikirnar

11. – 13. november var FM í svimjing – og enn einaferð vann HS við 20 gullheiðursmerkjum

Føroyar taptu 5-0 fyri Kekkia í venjingadysti á Andrúv Stadion í Olomouc

Håkan Ericson hevur sett liðið til venjingardystin móti Kekkia. Hanus Sørensen verður á høgra bakki, og fær harvið sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar

A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni næstu dagarnar

Føroyar hava fingið tveir góðkendar VAR dómarar, og tað er ikki óhugsandi, at í næstum vera boð eftir teimum til altjóða dystir har VAR verður brúkt

Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum

Niels Áki Mørk lyfti seg í dag til einki minni enn eitt gullheiðursmerki. Hann er samstundis tann fyrsti føroyski juniorlyftarin at luttaka í norðurlendskari meistarastevnu við Merkinum á bringuni

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er framvegis føroyameistari í snartalvi og kviktalvi

Tvey tap og ein javnleikur var úrtøkan hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í síðstu viku tóku lut í UEFA menningarkapping í Albania

Nú er greitt, at Betri heldur fram sum høvuðsstuðul hjá meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum, eins og Betri framvegis verður ein av høvuðsstuðlunum hjá kvinnulandsliðnum

Álopskendi miðvallarin hjá B36 varð heiðrað í felagshúsinum í fyrradagin, eftir at hon varð kosin besti spælarin í Betri Deildini í oktober

Við ellivu heiðursmerkjum í part, endaðu flest medaljur farna kappingarár í HB og í Víkingi. KÍ endaði samanlagt á 3. plássi við tilsamans tíggju heiðursmerkjum

 

- Soleiðis verður kvøðið í Skrímslu

Føroyska bridge-landsliðið hevur í døgunum 1-3. november 2022 lutikið í fjúrtandu europeisku Small Federation Games kappingini

Hóast føroyska kvinnulandsliðið reisti seg og vann 29-28 móti Kosovo í dag, so var tað ikki nokk til at koma víðari til næsta umfar í HM-undankappingini

Unglingin Jón í Horni Nielsen hevur fingið kjansin á besta liðnum í vetur, og hann hevur higartil fulla úrtøku. Torkil Nielsen telvar nú á øðrum liði

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð

Er nú kunngjørdur, skrivar Bolt.fo

Norskir miðlar skriva, at Frederikstad úr næstbestu norsku deildini í dag fer at kunngera, at Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá felagnum, skrivar Bolt.fo

Håkan Ericson hevur kunngjørt hópin til landsdystirnar móti Kekkia og Kosovo. Hesaferð eru ikki færri enn sjey spælarar boðsendir, ið ongantíð áður hava verið partur av A-landsliðnum

Um vikuskiftið verður FM fyri einstaklingar og pør í Mentanarhúsinum í Fuglafiðrið. 48 menn, 11 kvinnur og 8 pør verða við

Mánadagin 31. oktober klokkan 10:00 fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum at úttaka hópin til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo

Við teprum 1-0 sigri á KÍ, vann Víkingur finaluna um Løgmanssteypið. Sølvi Vatnhamar skoraði sigursmálið við brotssparki tá fáir minuttir restaðu av dystinum

Sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum hevur seinastu dagarnar gingið væl

Skíðfelagið Fjalir og Tórshavnar kommunu hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu, sum fevnir um víðari menning, útbygging og rakstur av hentleikum og skíðumstøðum á Sornfelli

Uppsjóvarvirkið í Kollafirði, PP Faroe Pelagic, hevur endurnýggjað sín stuðulssáttmála við KĺF og heldur fram sum høvuðsstuðul hjá ítróttarfelagnum teir komandi 12-mánaðirnar

Frá fríggjadegnum 28. oktober til sunnudagin 30. oktober luttaka U19 landsliðini fyri bæði kvinnur og menn í kappingini um NEVZA meistaraheit

- Landskappingin í fótbólti fyri 2022 er liðug. Nú mangla bert steypafinalurnar. Men broytingin í Betri Deildini seinastu árini órógvar tey, ið eru góð við føroyskan fótbólt