Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Landsdysturin millum Føroyar og Litava leygardagin verður tann tíggjundi millum londini. Fyrsti dysturin var í oktober í 1998, og úrslitið gjørdist javnleikur 0-0. Í 2009 vunnu Føroyar 2-1 við málum frá Súna Olsen og Arnbjørn Hansen

 

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Heðini Hansen úr HB, sum skal avloysa Sølva Vatnhamar, ið hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið móti Luksemborg

Í gjár og í dag hava Kvinnuunglingar Rósan úr Støkk kappast móti flestu av heimsins bestu liðum í estetiskum fimleiki í World Challenge Cup í Tampere í Finnlandi

- Eg eri sera spentur at byrja í hesum starvinum og at byrja hesi projektini. Øll hesi árini í Føroyum, havi eg bæði sum leikari og sum venjari roynt at vera við til at hækka støðið á flogbóltinum, sigur Boban Ilic

Nú er geritt, at árligu fótbóltsskúlarnir hjá HB og 07 Vestur vera ávikavist 24. og 25. juni, og 12. og 13. august

Tað frættist frá metstórari luttøku. Ikki færri enn 189 landslið fara at kappast í almennu røðini. Harumframt verða 154 lið í kappingini fyri kvinnur

Sunnudagin 12. juni er Tórshavn Marathon, og í tí sambandi eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19

- Tey gera tað í Reykjavík, í Stokkhólm og enntá í Nuuk – tey renna maraton í býnum - og tað gera vit sjálvandi eisini í Tórshavn

Tað bleiv til eitt keðiligt tap fyri Luksemborg, sum fór av Tórsvølli við einum 1-0 sigri í viðførinum. Síðstu løtuna spældi føroyska liðið við níggju monnum

Luksemborg vann dystin 1-0 móti Føroyum undir einum sera óvanligum dysti við tveimum reyðum kortum og einum brotssparki, og vann sín fyrsta dyst móti Føroyum

Á middegi vóru umleið 2.700 atgongumerki seld til dystin móti Luksemborg. Eingin søla verður við dyrnar, men møguleiki verður at keypa í Nethandilinum til dystarbyrjan, sum er klokkan 19:45

Her finnur tú kunning um atgongumerkjasølu, parkering og annað í samband við U21 landsdystin millum Føroyar og Serbia

Landsliðsvenjarin hevur boðsent 22 leikarum til vinardystirnar móti Andorra síðst í juni

Føroyar høvdu ein góðan fyrra hálvleik í dystinum móti Turkalandi, tóat Turkaland skoraði eitt mál av einum føroyskum mistaki. Turkaland hevur eisini skorað í seinna hálvleiki

Talan var í fleiri mátar um eitt serstakt kvøld á Tórsvølli, tá U21 landsliðini hjá Føroyum og Ukraina hittust í EM undankappingardysti

Síðani høllin var tikin í nýtslu fyri tíggju árum síðani, hevur landið oftari enn einaferð roynt at lata kommununum í Sandoynni hana, uttan at tað tó er eydnast. Seinasta klandursevnið millum land og kommunur var ein veggur, skrivar KVF

Tað byrjaði í allar mátar sum eitt vakurt kvøld á Tórsvølli, men frá fyrsta bríksli vóru gestirnir greitt omaná

Nógvi hitin í Turkalandi verður ein avbjóðing leygarkvøldið, men ein partur av venjingunum er, at spælararnir venja seg við at spæla undir tílíkum umstøðum

Tveir bólkar afturat eru lagdir afturat skránni á Summar Festivalinum

Við lutakasti er nú greitt, at U17 genturnar skulu spæla EM undankapping í Bulgaria í november, og at leiðin hjá U19 gentum gongur til Litava

Talan gjørdist um eina mennandi kapping fyri U15-dreingirnar, sum farnu dagarnar hava tikið lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg. Í fýra dagar spældi liðið fimm dystir, og skoraði í øllum

- Allir leikarar spældu góðar og javnar dystir

Talan verður um ein serstakan dyst, tá U21 landsliðið tekur ímóti Ukraina á Tórsvølli mikukvøldið. Eitt nú verða áskoðarainntøkurnar latnar Reyða krossi

Fimta og seinasta etapan av LM Kring Føroyar bleiv koyrd í gjár, og tá var tað Streymoyggin, ið var karmur um kappingina

Um vikuskiftið varð kappast í DM í estetiskum fimleiki í Greve, og eitt føroyskt lið var við í kappingini. Tað var gentuliðið Mira úr Havnar Fimleikafelag

Í gjár varð farið úr Hvannasundi ígjøgnum bergholið til Viðareiðis. Teinurin varð koyrdur 5 ferð

Annar dagurin í Nordic Cup, sum er í Malmø, byrjaði við fjórðingsfinalum í einmansleiki

Góð føroysk úrslit á fyrsta degnum í norðurlandameistara-kappingini í dart

Samuel Johansen Chukwudi verður ikki tøkur til U21 EM-undankappingardystirnar móti Ukraina og Serbia. Í staðin er Jørgen Nielsen úr Østers IF úttikin

LM Kring Føroyar er byrjað, og eftir tvær etapur hevur Jákup Petur Eliasen lagt seg á odda

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til landsdystir í juni. Fyri hann hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi

- Bragdið og Sclerosufelagið hava síðani 2019 samstarvað um flaggdagsrenningina. Luttøkugjaldið til heilsurenningina fer óskert til Sclerosufelagið

- Hetta er ein greiður liður í arbeiðinum við at vinna okkum altjóða limaskap, soleiðis, at øll føroysk ítróttafólk kunnu kappast undir Merkinum, sigur Elin H. Joensen, ÍSF-forseti

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Svøríki, har norðurlandameistara-kappingin í dart verður hildin hesa vikuna

Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Eyðun Húsgarð í starv sum leiðari fyri Svimjihøllina

VIDEO: Sjálvbodnu tímarnir og uppgávurnar hjá Hanusi Johannesen í B71 geva honum yvirskot og trivnað í gerandisdegnum

Landsliðsvenjarin hevur í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til dystirnar móti Turkalandi, Luksemborg og Litava. Seinni í vikuni verður eina spælari afturat boðsendur

Seks leikarar úr KÍ eru úttiknir til A-landsliðið hesaferð, skrivar Norðlýsið

Mest óvæntaða úrslitið í vikuskiftinum var í Gundadali, tá AB streyk avstað við øllum stigunum. AB vann 2-1 móti B36

Leikarar og viðhaldsfólk hjá AB hava alt vikuskiftið arbeitt við at taka gamla graslíkið av vøllinum

Aðalfundurin hjá ÍSF samtykti strategisku ætlanina, sum felagsskapurin hevur arbeitt við seinasta árið. Á aðalfundinum bleiv Elin Heðinsdóttir Joensen eisini afturvald sum ÍSF forseti

Í gjár var FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn. Kappast varð um FM heitið fyri einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær

Og nevndin hevur nú mannað seg

Kvinnurenning verður leygardagin 21. mai frá kl. 15 til 16.30. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Havn millum kl. 14.30-17.30

Við DM í Odense síðsta vikuskiftið vunnu Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen hvør sítt silvur

Fishfacts og Aquafacts hava í dag skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við føroya- og norðurlendska meistaran í U-17 í Taekwondo, Høgna Kunoy Dávason

HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur vera í stóra glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður í Degi og Viku í kvøld

Á FM Gallaveitsluni farna leygarkvøld blivu sum vant ársins leikarar og stjørnuskot kosin eftir tilmæli frá Sune Gavnholt og Wong Fai Yin, landsliðsvenjaratoyminum

Týsdagin fór U22-landsliðið við monnum til Lettlands at kappast í EM-undankapping, sum byrjar í dag

Í gjár fór føroyska U21-landsliðið við kvinnum til Eysturríkis, har Føroyar fara at luttaka í EM-undankapping, sum verður 19.-21. mai