Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í hesum døgum verður nýtt graslíki lagt á Tórsvøll, og um alt gongur eftir ætlan, verður arbeiðið liðugt um góðar seks vikur

Feløgini hava roynt vøllin og eru sera vælnøgd. Í dag var lítil samkoma, har borgarstjórin vegna kommununa handaði vøllin

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í juli mánað skal til NM-kapping í Danmark

Í dag 10. juni 2021 er eitt nýtt føroykst fótbóltslið sett á stovn í Aalborg

Róðrarsambandið vónar, at tað ber til at avgreiða FM-róðrarnar í summar

Eftir ætlan skuldu seinastu umførini í Skúlafótbólti verða hesa vikuna og í komandi viku. Men korona-støðan hevur tíverri forða hesum – og er restin av umførunum í Skúlafótbólti 2020/2021 avlýst

Fíggjarliga fer tað at merkjast hjá ítróttarfeløgunum, at stevnan ikki verður sum vanligt, sigur formaðurin í Skála Ítróttarfelag, við Útvarpið

Í dag týsdagin 8. juni 2021 byrjar arbeiðið at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið á Tórsvølli í Gundadali

Sí hæddarpunkt frá dystinum millum Føroyar og Liktinstein við metstóra úrslitinum 5-1

Men í yvirtíðini kundu Føroyar havt skorað, um ikki ein føroyskur leikari kom fyri og gjørdist vrangstaddur. Føroyar høvdu 54 prosent av spælinum

Framúr hondbóltsleikarin, tann 19 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu, er fyrsti føroyingur, ið er svenskur meistari í manshondbólti. Tað gjørdist hann herfyri við felag sínum, IK Sävehof

Endaligur sáttmáli er nú undirskrivaður og byrjað verður uppá nýggju skjótibreytina tann 28. juni. Sambært sáttmálanum skal arbeiðið verða liðugt tann 15. september 2021. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðnum

Av koronastøðuna í løtuni hevur Fótbóltssambandið gjørt av at úseta allar dystir í lands- og steypakappingunum, sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni

Fríggjadagin spælir A-landsliðið við monnum venjingardyst ímóti Íslandi. Talan er samstundis um fyrsta venjingardyst á heimavølli í 17 ár, og tann fjúrtandi altjóða A-landsdystin móti íslendingum

Stefan Radosavljevic gjørdi bæði málini, tá føroyska U21-landsliðið hósdagin spældi javnleik 2-2 móti íslendska U19-landsliðnum í venjingardysti á Svangaskarði

Í samráð við myndugleikarnar er avgjørt, at A-landsdystirnir hjá monnum millum Føroyar og Ísland fríggjadagin, og Føroyar og Liktinstein mánadagin, verða spældir uttan áskoðarar

- Koronustøðan í Føroyum ger, at Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2021 fyribils er útsett

Av koronastøðuni, sum nú er íkomin, er avgjørt, at eingir áskoðarar sleppa til venjingardystirnar hjá U21- og U19-landsliðunum, sum verða móti íslendska U19-landsliðnum hósdagin og sunnudagin

Anna Kristina Niclasen setti føroyskt met og vann DM-gull, tá ið hon síðsta vikuskiftið vann danska meistaraheitið á liðnum hjá danska felagnum AK Atlas úr Slagelse

Søguligt yvirlit yvir undanfarnar fótbóltslandsdystir móti Íslandi, nú fyrsti dysturin í átjan ár í Føroyum millum Føroyar og Ísland verður spældur fríggjakvøldið

Sunnudagin 6. juni skjóta vit Tórshavnar Maraton í gongd á seytjanda sinni

Nú ber til at kunna seg um tiltøk og annað, sum verður á norðoyastevnu

Eftirlitssýnið varð framt 1. juni 2021 og í niðurstøðuni verður sagt, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti

Nú fríggjakvøldið 4. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá føroyska liðið fyri fyrstu ferð í 17 ár aftur skal spæla venjingardyst á heimavølli

Á Mentanarnáttini í Havn fríggjadagin 4. juni stendur áhugaðum frítt at sleppa at royna seg móti tí 15 ára gamla Luitjen Akselsson Apol, sum fer at telva móti fleiri í senn

Í 3-2 í kvøld verður greitt hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið

Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard og Jákup Johansen eru boðsendir til landsdystirnar móti Íslandi og Liktinstein

Harvið byrjar ein nýggjur kapittul hjá íSF, nú gamla ÍSF húsið, ið stóð við síðuna av svimjihøllini í Gundadali, er rivið niður fyri at gera pláss fyri nýggja langhylinum

Kurvabóltssamband Føroya er nú sersamband innan ÍSF. Tað varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF leygarmorgunin

Forsetin í ÍSF, Elin H. Joensen, var hvassorðað á aðalfundinum í gjár, tá hon kom inn á fíggjarviðurskiftini hjá føroyskum ítrótti

Føroya Styrkisamband, FSS, fyrireikar seg í løtuni til at luttaka á Føroyaleikunum, sum verða hildnir 8-11. juli

- Kvinna fegnast um stóru undirtøkuna til Kvinnurenningina í ár, og vit takka fyri stóra áhugan

»Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um

Nýggi landsliðsvenjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Sigfríður Skaale Clementsen hevur úttikið 25 spælarar til venjingardyst móti Íslandi

Sámal Erik Hentze og Atli Gergersen hava sent boð eftir 22 spælarum til landsdystin móti Armenia, sum er tann fyrsti í komandi EM-undankapping

Håkan Ericson og Eli Hentze hava í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein, sum verða 4. og 7. juni

Føroya Styrkisamband hevði aðalfund herfyri, og er nevndin nú mannað

Leygardagin 22. mai varð enn eitt súkklu og triathlonfelag sett á stovn, tá ið stigtakarar í Klaksvík møttust til stovnandi aðalfund

Av koronastøðuna, sum nú er íkomin, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at avlýsa allan fótbólt

Eftir fýra ár í Íslandi hevur evnaríki vestmenningurin nú hug at royna nýggjar avbjóðingar

- Eg eri sera takksamur fyri, at eg fyri 3. ferð varð afturvaldur í yvirkærunevndina fyri eitt 4 ára skeið, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti

Gott og væl hálvthundrað høvuðsungdómsvenjarar og U11-venjarar tóku lut á áhugaverdum tiltakið, sum FSF skipaði fyri á Svangaskarði mikudagin

Tað hevur gingið skjótt og væl at leggja nýtt graslíki á Ovara vøll í Gundadali. Arbeiðið verður væntandi endaliga liðugt um eina viku ella so

Nýggja triatlon- og súkklufelagið á Skálafjørðinum hevur fingið navn. Góðan mánaða eftir at felagið var stovnað eru tey komin ásamt um navnið

Eitt hendingarikt vikuskifti hjá Tórshavnar Súkklufelag. Tvær kappingar blivu fyriskipaðar, ein leygardagin, og so bleiv tað afur kappast sunnudagin

Nú farið er um 100 daga markið til setanina av paralympisku leikunum Tokyo2020, kann Parasport Føroyar boða frá at Hávard Vatnhamar skal umboða Føroyar á leikunum

Í gjár, leygardagin 15. mai, var FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn

Í vikuskiftinum var onnur ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í seks ymiskum flokkum. Innleiðandi umførini vóru hósdagin og fríggjadagin – og finalan var leygardagin

07 Vestur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá tað eins og í Runavík eydnaðist vágamonnum at fáa 1-1 javnleik móti B36 (myndin)

Saman við 07 Vestur, B68, HB, AB og Skála, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tilsamans fimm fótbóltsskúlum í summar, sum verða í juni og juli mánað