Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Róðrarsambandið fer aftur í ár at vísa FM-róðrarnar á ólavsøku á trimum stórskíggjum á havnarøkinum. Ein skíggi stendur við Bursatanga, ein viđ Faroe Ship og ein úti á Molanum í tíðarskeiðnum frá kl 13 til umleið 20 ólavsøkuaftan

Tórshamar Open hevur verið á breytini hjá Byrsumúla í vikuskiftinum

Her er startrøðin til kappróðurin á Ólavsøku

Í dag vóru ungir og raskir menn, sannir bjargamenn, uppi í høgu mastrunum á Tórsvølli og skiftu perur

Hugtakið Everesting er sera einfalt: Tú velur eina brekku og súkklar brekkuna til tú hevur klintra 8.848 m. – sum er hæddin á Mt. Everest

Graslíki á Ovara vølli í Gundadali verður skift í løtuni

Á aðalfundi í dag, var øll nevndin í Ríðisamband Føroya afturvald

TSF bjóðar, saman við Runavíkar Talvfelag og Runavíkar kommunu, til FM í talvi fyri einstaklingar í Løkshøll

Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping

Sparkivøllurin í Leirvík hevur fingið nýtt umhvørvisvinarligt graslíki, og er hetta fyrsti vøllur av sínum slag í Føroyum

Ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin kunnu nú søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið hevur markað fýra milliónir krónur til endamálið

Bæði feløg og sersambond ganga ímóti málinum sum er minst 40% kvinnur í nevndunum áðrenn 2030

Nærum 100 bátsmanningar vera við

Frá 9. juli til 5. september verður arbeitt á Ovara vølli í Gundadali við at endurnýggja graslíkið og stoytdoyvingarlagið umframt at fyrireika sprinklaraskipan v.m.

Poulina Gardar vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri í summar. Vinningurin var gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum

Ítróttafeløgini duga betri at fáa kvinnur í nevndirnar enn sambondini gera

Umframt teir seks UEFA Nations League dystirnar, skal A-landsliðið við monnum eisini spæla tveir venjingardystir í heyst. 7. oktober móti Danmark, og 11. november móti Litava

- Ítrótturin gevur góðar vanar og størri sjálvsálit. Vit eru rætt og slætt betri fyri, tá ið vit hava rørt okkum

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað teknað 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung

Fyri fyrstu ferð, síðani Team Rynkeby byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri sjey árum síðan, verður túrurin til París av ongum

Leingi var ivamál um kappast bleiv í ár, men nú er so avgjørt at kappingin verður komandi leygardag kl. 15

Her eru nakrar myndir frá kappróðrinum á Sundalagsstevnu, sum Ólavur Frederiksen tók

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu metti verkætlanina at vera sera áhugaverda, og tók fult undir við ætlanunum, og játtað seg at vera ein partur av tilgongdini

Byrsumúli fær 175 túsund til at endurnýggja teknisku leirdúgvuskjótingina

Málið er, at í 2025 skal býtið í prosentum millum kynini í einstøku nevndunum í minsta lagi vera 70/30, og í 2030 60/40

Í samstarvi við Róðrarsamband Føroya letur Betri bjargingarvestar til øll kappróðrarfeløg í landinum

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum

Í FSF Varpinum ber til at síggja tey sjey málini, sum vórðu skoraði í Betri Deildini hjá kvinnum farna hóskvøld

Helgi Dam Ziska, stórmeistari, fer at hava høvuðsábyrgdina, og so fer millum annað 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol at undirvísa. Tað er helst fyrstu ferð, at so ungur telvari fer at undirvísa á einum skipaðum talvskeiði her á landi

Føroyar eru í bólki við Kekkia, Russland og Ukraina til EM-undankappingina hjá monnum, sum byrjar í heyst

Nú er greitt, hvussu spælt verður í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið var í 3-2 mánakvøldið

Borgarstjórin fekk í dag eina fitta vitjan, tá ið 9 ára gamli Brandur kom á gátt á Ráðhúsinum saman við beiggja sínum Bjarna, sum er 7 ár

Harumframt hevur BSF sett í starv nýggjan aðalskrivara og gjørt trý ára sáttmála við landsliðsvenjaratoymið

Tað er av stórum tydningi at røtt hjálp kemur á staðið skjótast tilber, tá talan er um høvd-, nakka- ella heilaskaða

Setanarrøða hjá Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra, á Eystanstevnu 2020

Ein teknisk perla, ein tiltrongdur sigur og ein javnleikur í Gundadali. Soleiðis gekk tað í triðja umfari í Betri Deildini hjá kvinnum

Líkindini at rógva í Klakvsvík í dag eru góð, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya, við Útvarpið

Tær kongabláu úr Klaksvík hava heimavøll á Norðoyastevnu hetta vikuskiftið, og dystirnir í triðja umfari geva teimum góðar møguleikar fyri at rýma undan hinum liðunum á stigatalvuni

Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at leingja Flytingargluggan við tveimum vikum, so hann í staðin letur aftur mánadagin 27. juli, klokkan 16:00

Tað verður Símun Absalonsen, grannskoðari, sum heldur árligu midnáttarrøðuna á Norðoyastevnu

Tilsamans 83 bátsmanningar fara at rógv á Norðoyastevnu í Klaksvík tann 6. juni

Á aðalfundinum hjá ÍSF staðfesti forsetin stóra samfelagsliga týdningin, sum ítrótturin hevur

Sum partur av fyrireikingunum til EM-endaspælið fyri U17-landslið við gentum í Føroyum apríl-mai komandi ár, skipar FSF í november fyri venjingarkapping millum Føroyar, Belgia, Danmark og Ísland

Føroyameistararnir úr Klaksvík fingu sum tær einastu fulla úrtøku, tá 2. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt 2. hvítusunnudag. KÍ vann 1-0 á ÍVB

Fólkaheilsuráðið hevur saman við Sona fyriskipað átakið “Hvør metur telur”, har føroyingar hava skrásett, hvussu langt teir hava gingið og runnið

Norska TV2 ætlar so líðandi at gevast við at vísa føroyskan fótbólt, nú Premier League byrjar aftur, skrivar KVF

Lagt er upp til spenning í øllum trimum dystum, tí ongin er heilt greiður favorittur, tá annað umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt mánadagin, 2. hvítusunnudag

Farna vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri C- og B-dómaraskeiði. 11 dómarar vóru á C-skeiðnum, meðan 16 luttakarar vóru á B-dómaraskeiðnum

B36 var undir trýsti í fyrra hálvleiki, men fótaði sær og vann til endans sannførandi sigur á TB við Stórá

Føroyskur fótbóltur fær nógva umrøðu uttanlands í hesum døgum, og tað hevur samstundis við sær, at størri áhugi er at vedda um føroyskar dystir