Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Her eru 26 innlitsumbønir sum eru komnar til Tórshavnar kommunu seinastu fáu vikurnar. Mynd: VP.fo

Her eru 26 innlitsumbønir sum eru komnar til Tórshavnar kommunu seinastu fáu vikurnar. Mynd: VP.fo

Kringvarpið er nú liðugt við herferðina móti fyrrverandi landsstýrismonnum í undanfarnu samgongu, men nú stundar fram til kommunuval, so nú er kannónin vend móti borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen.

Síðani í september í ár er fossað inn við innlitsumbønum um borgarstjóran.

Kringvarpið biður um innlit í alt ímillum hvussu nógvar blómur borgarstjórin hevur keypt til hvussu nógvan kaviar og tal av rækjum, sum borgarstjórin konsumeraði á oljuráðstevnu í Stavanger.

Men Kringvarpið vil ikki bara hava innlit í hesa einu oljuráðstevnuna, men Kringvarpið vil eisini hava at vita hvussu nógv borgarstjórin og hansara fólk klára at brúka á øllum umboðanum fyri árini 2013, 2014 og 2015.

Sí yvirlit her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo