Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í seinastu tingsetu undan ólavsøkuni løgdu tær báðar tingkvinnurnar Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir uppskot fram um at broyta orðingarnar í stýrisskipanarlógini soleiðis, at tað skal verða loyvt at brúka orðið løgtingsfólk heldur enn løgtingsmaður.
Fyri at hetta skal verða formliga loyvt, er neyðugt at broyta hetta í stýrisskipanarlógini.
Uppskotið fall sum kunnugt, men vit halda, at tað hevur alstóran týdning, at hetta ikki endar niðast í einari skuffu, men at tað verður tikið fram aftur, og ongantíð betur av einum samdum løgtingi.

Í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni kom uppskotið aftur upp at venda og lovað varð, at tað skuldi takast upp aftur, tað gleðast vit sjálvandi um, tí eftir okkara tykki, átti tað als ikki at verið havnað av fyrstan tíð.

Vit undirritaðu hava arbeitt við einari yvirlýsing um málið og hava savnað undirskriftir inn frá løgtingslimum, kommunum, feløgum og fólki, sum hava beinleiðis áhuga fyri máli, javnstøðu og inklusjón.

Sigast má, at vit hava fingið góða undirtøku

Tað er av stórum týdningi, at øll kenna seg at eiga málið.

17. august 2020
Marna Jacobsen, bygdaráðslimur, Annika Olsen, borgarstjóri, Hanna Jensen, býráðslimur, Petra Iversen, bygdaráðslimur, Hanna á Reynatúgvu, bygdaráðslimur, Kirstin Strøm Bech, býráðslimur og Beinta Klakstein, býráðslimur

Yvirlýsing
Tað hevur stóran týdning, at øll kenna seg umboðað í málinum og teimum heitum, vit brúka um ymisk embæti í føroyska samfelagnum. Tað hevur týdning at hava eitt rúmligt heldur enn eitt afturlatið mál. Kvinnur eins og menn kunnu umboða løgting og landsstýri, og tískil skal hetta sjálvandi eisini endurspeglast í heitunum á løgtingi og í landsstýri.

Vit undirritaðu úr øllum Føroyum vilja tí staðiliga mæla til og heita á Føroya Løgting um at broyta felagsheitið løgtingsmaður/landstýrismaður til løgtingsfólk/landsstýrisfólk bæði í lógarteksti og í skrift og talu annars. Somuleiðis at viðurkenna brúkið av løgtings- og landsstýriskvinna.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri, Sørvágs kommuna
Aksel V. Johannesen, formaður, Javnaðarflokkurin
Alvi Jespersen, kassameistari, Ungmannafelagið Samband
Anna Falkenberg, nevndarlimur, Ungmannafelagið Samband
Anna Mortensen, nevndarlimur, Valkyrjurnar
Anne Sophie Nordendal, bygdaráðslimur, Sørvágs kommuna
Annika Næs Johannesen, nevndarlimur, Valkyrjurnar
Annika Olsen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna
Barbara Gaardlykke Apol, nevndarlimur, Damudomi
Bartal Súsonnuson Hansen, nevndarlimur, Sosialistisk Ung
Beinta Klakstein, býráðslimur, Klaksvíkar kommuna
Benjamin Thomassen, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi
Bergljót av Skarði, nevndarlimur, Málráðið
Birgir Ferjá Heldarskarð, formaður, Ungmannafelagið Samband
Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, Framsókn
Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, nevndarlimir, Unga Tjóðveldi
Bjørk Sørensen, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi
Bjørt Lind, nevndarlimur, Damudomi
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, Tjóðveldi
Christa Reynheim, nevndarlimur, Damudomi
Christina Jensen, nevndarlimur, Føroyamál
Dorit Hansen, nevndarlimur, Demokratia
Durita á Heygum, býráðslimur, Vestmanna kommuna
Eir Jógvansdóttir Norðberg, varaborgarstjóri, Hvalbiar kommuna
Elin Dimon Næs, nevndarlimur, Valkyrjurnar
Ella Jógvansdóttir, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi
Esther Djurhuus, nevndarlimur, Damudomi
Etly Nord Højgaard, býráðslimur, Runavíkar kommuna
Eyðbritt Krosslá, býráðslimur, Vágs kommuna
Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, Vága kommuna
Eyðun Hansen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna
Gudny Langgaard, býráðslimur, Eysturkommuna
Gunnbjørg Guttesen, nevndarlimur, Valkyrjurnar
Gunnhild Mortensen, bygdaráðslimur, Hvalbiar kommuna
Gunnvør Hoydal Brimnes, skrivari, Unga Tjóðveldi
Gunvør Balle, býráðslimur, Tórshavnar kommuna
Halla Samuelsen, býráðslimur, Tórshavnar kommuna
Hanna Jensen, býráðslimur, Eysturkommuna
Hanna á Reynatúgvu, bygdaráðslimur, Sands kommuna
Hanna Simonsen, nevndarlimur, Málráðið
Hans Mourits Foldbo, býráðslimur, Eysturkommuna
Henrik Old, løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin
Herborg Heidiardóttir Gaardlykke, næstforkvinna, Sosialistisk Ung
Herit Magnussen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna
Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, Tjóðveldi
Hildur Háfoss, næstforkvinna. Unga Tjóðveldi
Hjalmar P. Petersen, professari, Føroyamálsdeildin
Høgni Hoydal, formaður, Tjóðveldi
Ingi Reinert Gásadal, skrivari, Sosialistisk Ung
Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna, Javnaðarflokkurin
John Zachariassen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna
Jógvan Fríði Tróndarson, kassameistari, Framsøkin Ung
Jóhan Christiansen, borgarstjóri, Eysturkommuna
Jóhan H. S. Mouritsen, býráðslimur, Sunda kommuna
Jóhan F. á Ørg, bygdaráðslimur, Sørvágs kommuna
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin
Kirstin Strøm Bech, býráðslimur, Vágs kommuna
Kirstin Helgadóttir, nevndarlimur, Damudomi
Kristian Clementsen, nevndarlimur, Framsøkin Ung
Kristina Gry Berg, forkvinna, Demokratia
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, Tjóðveldi
Laila Haldansen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna
Linnea L. Petersen, skrivari, Ungmannafelagið Samband
Magnus Vensil Benzon Olsen, kassameistari, Unga Tjóðveldi
Majken Josveinsdóttir, bygdaráðslimur, Hovs kommuna
Malan Marnersdóttir, professari, Føroyamálsdeildin
Maria Kristina Smith, nevndarlimur, Damudomi
Marna Jacobsen, bygdaráðslimur, Sørvágs kommuna
Nita Næs, nevndarlimur, Valkyrjurnar
Oddmar K. Hermansen, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi
Óluva Klettskarð, forkvinna, Føroyamál
Paul Kjartan Matras, kassameistari, Sosialistisk Ung
Petra Iversen, bygdaráðslimur, Kvívíkar kommuna
Petur Hansen, næstformaður, Ungmannafelagið Samband
Petur Martin Hansen, nevndarlimur, Demokratia
Randi Meitil, nevndarlimur, Málráðið
Rannvá Pállson Joensen, nevndarlimur, Damudomi
Regin Berg, nevndarlimur, Damudomi
Rói Dam Dalsgarð, formaður, Sosialistisk Ung
Rókur Herup Olsen, formaður, Unga Tjóðveldi
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, Sambandsflokkurin
Rúna Kass Joensen, skrivari, Framsøkin Ung
Rúni Lisberg, bygdaráðslimur, Sumbiar kommuna
Sirið Stenberg, løgtingskvinna, Tjóðveldi
Solveig Hanusardóttir Olsen, nevndarlimur, Damudomi
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri, Kunoyar kommuna
Sólfinn Hansen, nevndarlimur, Málráðið
Sólvá Jónsdóttir, forkvinna, Málráðið
Steingrímur J. jacobsen, bygdaráðslimur, Sjóvar kommuna
Sunneva Háberg Eysturstein, nevndarlimur, Damudomi
Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, Nes kommuna
Teitur Vestergaard Jakobsen, formaður, Framsøkin Ung
Trine Camilla Joensen, nevndarlimur, Valkyrjurnar
Villiam Meier, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi
William Bærentsen, næstformaður, Framsøkin Ung
Zakaris Svabo Hansen, námslektari, Føroyamálsdeildin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo