Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg eri eitt sindur í villareiði um svarini, sum Brandur Sandoy fekk frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um innsiglingina í Skopunnar Havn.

Av tí, at hetta hevur mín stóra áhuga og hevur ein ómetaligan týdning fyri Skopun, má eg viðmerkja nakað.

Fyrst av øllum, so havi eg sum borgarstjóri í Skopunnar Kommunu biðið Jørgen Niclasen skriftliga um fund, so vit kundu greiða frá støðuni, tí tað áttu vit at vita best um. Tað var ikki gamalt ikki at sleppa til orðanna tá mann spurdi, men nei!

Men tað hevur Jørgen Niclasen ikki tímað, hóast hann hevur móttikið okkara umbøn.

Brandur spyr:
Nær verður grótið í innsiglingini til Skopunnar ruddað vekk.

Ein sera viðkomandi spurningur.

Jørgen svarar:
Av tí at verkætlanin ongantíð varð gjørd liðug, er nakað av gróti endað í innsiglingini.

Men so svarar Jørgen eisini til sama spurning – men økið um endan á pirinum á bergi er ruddað, so Teistin kann sigla við ávísari frástøðu.

Til hetta svarið er at siga, nei, einki er ruddað um endan á pirinum á bergi, Teistin skal so vítt eg veit, halda seg einar 26 metrar úr pirinum. Og grótið kemur undan á fjøru, so ein og hvør kann meta um hetta.

So Teistin skal skotra seg upp í syðra grótkast, tá hann kemur inn og fer út.

Jørgen sigur, at nógv grót er tikið upp í innsiglingini í 2015-2017. Síðan heldur Jørgen fram, at í 2019 var mett neyðugt at taka nakrar steinar upp.

Jú, rætt er tað, at tríggir steinar vórðu tiknir upp í 2019.

Har er neyðugt, at fáa eitt skip at reinsa alla innsiglingina, hetta er eitt arbeiði, sum landið ongantíð gjørdi liðugt, hetta er bráðneyðugt, áðrenn skaðin hendir.

Pirin á bergi eigur landið, men havnina eigur Skopunnar Kommuna.

Mitt í øllum kemur Símunarbukt inn í myndina, hetta eigur landið eisini!

Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk hevur boðað Skopunnar Kommunu frá, at sár eru komin í krúnuna.

Skopunnar Kommuna hevur einki við hatta grótkastið at gera.

Og so sigur Jørgen, at Landsverk hevur umvælt innsíðuna á sama grótkasti, her hongur ikki saman Jørgen.

Hví umvæla tit innsíðuna av grótkastinum á Símunarbukt tá skaðarnir eru á útsíðuni – Sjálvsagt!

Og enntá fortelur tú, at kommunan hevur ábyrgd av hesum, tað er avgjørt ikki rætt.

Jørgen Niclasen, skal eg skilja teg soleiðis, at tú er ímóti at rudda innsiglingina til Skopunnar fyri grót, tað sjokerar meg.

Landið hevur í nógv ár tikið grót upp á pollinum, tað má vera tí, at landið hevur ábyrgd av hesum, men missjavnt er, sum tað hevur gingist.

Brandur er tú nøgdur við boðskapin hjá Jørgen?

So til síðst. Pirin norðuri á bergi, við sínum grótkasti, sum er vekk vegna, at landið byrjaði eitt arbeiði, men gjørdi tað ikki liðugt, eigur landið.

Grótkastið á Simunarbukt eigur landið eisini. Eg veit at ymiskar royndir eru gjørdar fyri, at fáa Skopunnar Kommunu at yvirtaka, men tað hava vit ikki gjørt og fara ikki at gera.

Um so var, at Skopunnar Kommuna skuldi hildið hesi grótkastini, so hevði hon einki annað kunna gjørt, tað skilir ein og hvør.

Enn einaferð, lat okkum í Skopunnar Kommunu sleppa til orðanna sum skjótast, um tú Jørgen ikki vil hava okkum út í Fíggjamálaráðið, so er tú vælkomin til Skopunnar, har eg skal skipa fyri fundi saman við tykkum og kommunustýrinum.

Sum er, eri eg sjokkeraður um svarið, sum Brandur fekk frá Jørgen Niclasen.

Gerhard Lognberg
borgarstj.
Skopunar Kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo