Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Útbúgvingar- og granskingarnevndin í Læknafelagnum hevur um vikuskiftið skipað fyri fundi at skifta orð um møguleikarnar at skapa eitt fakligt heimstað fyri kommunulæknar í Føroyum.

Felagið hevði bjóðað Niels Bentzen, professara í almennari læknafrøði, at halda fyrilestur og skipa fyri orðaskiftinum aftaná.

Niels Bentzen hevur drúgvar royndir í at menna slík instittutt, bæði í Odense, Keypmannahavn, Århus, Tromsø og Tróndheimi.

Hann hevur alt sítt arbeiðslív starvast sum kommunulækni á Fyn og samtíðis verið professari í fakinum.

- Bentzen greiddi frá, hví tað er so avgerðandi at kommunulæknarnir fáa ein depil, sum kann tryggja eftirútbúgving, standa fyri góðskumetingum av arbeiðinum, skipa fyri gransking av týdningi fyri kommunulæknar og ikki minst trygga at útbúgvingin av ungum læknum, sum vilja gerast kommunulæknar, er á ein høgum stigi.

- Fundurin var í Kongshøll á Vestaru Bryggju og áhugin vísti seg at vera stórur, mett eftir uppmøting og kjakhugi.

- Nú er ein nevnd sett at arbeiða víðari við spurninginum, sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya, við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo