Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Arbeiðarafelag fegnast um, at uppskot er lagt fram um eina integrasjónslóg. Tørvur hevur leingi verið á eini tílíkari, og við vaksandi tali av tilflytarum, kemur lógin í tøkum tíma.

Feløgini í Samtak taka undir við tí mesta, tó eru viðurskifti, ið eiga at broytast ella nágreinast, soleiðis at lógin enn betur kemur tilflytarunum til góðar.

Eitt nú kann nevnast, at:
- yrkisfeløg áttu at verðið skrivað inn í lógina
- ábyrgdin hjá vinnuni átti at verðið meira ítøkiliggjørd
- møguleiki gerst fyri at luttaka í skeiðsvirksemi uttan lønarmiss

Harumframt er týdningarmikið, at semja er um, hvat tað merkir at vera integreraður, tá tílíkar integrasjónsætlanir verða settar í verk. Integrasjón er ikki tað sama sum, at tilflytarar skulu samlíkjast (assimilerast).

Tað hevði tískil verið ynskiligt, at hugtakið ”integrasjón” varð eitt sindur meira nágreinað í viðmerkingunum til uppskotið.

Hetta kundi heilt víst eisini verið við til at flyta kjakið um útlendingar rætta vegin, tí millum manna verða hugtøkini integrasjón og assimilering brúkt hvørt um annað.

Og eyðsæð, merkja tey ikki tað sama.

Tá henda lóg er samtykt, er umráðandi, at nóg mikið av starvsfólki og peningi verða sett av á teimum ymisku geirunum, soleiðis at til ber at fremja hetta í verki.

Talan er um fleiri øki: fólkaskúlar, barnagarðar, kvøldskúlar og, ikki minst, hjá teimum, sum skulu umsita økið og harvið hava ábyrgd av integratiónsætlanina, kunningini til tilflytarar og øðrum.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo