Tá man søkir um byggiloyvi í Tórshavnar kommunu, fær man at vita, at postkassin er fullur, tey hava ikki opna brøv síðani juni mánaða í ár. Hvør orsøkin er, fær man ikki at vita.
Eitt er vist, Tórshavnar kommuna er ikki før fyri at viðgera umsóknir um byggiloyvi frá borgarum í Havnini.
Tá Havnar kommuna – eins og tær minstu kommunurnar í landinum - ikki er før fyri at viðgera umsóknir um byggiloyvi, so má Kommunufelagið taka yvir, og gera eina Interkommunalan stovn fyri byggimálsviðgerð.
Vit hava dømi um interkommunalar stovnar, sum virka væl. SEV og IRF eru fyridømi um Cooperativar stovnar. Tórshavn hevði sítt egna elverk fyri 40 árum síðani, men mátti geva skarvin yvir.
Føroya Kommunufalag má gera ein stovn fyri byggimálsviðgerð. Tað er tørvur á einum stovni, at ráðgeva í brunamálum, og at viðgera allar umsóknir í landinum á felags grundarlagi.
Stovnurin kann liggja í Sunda kommunu, ið liggur mitt í landinum. Eisini er Vestmanna, har SEV byrjaði, eitt gott hugskot.
Byggikønur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo