At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Intra:  Fyritøkan Intra – sum fyrr æt KREA - byrjaði sítt virksemi í 2003, og var tað tá talan um sniðgeving og heimasíður.

Í 2015 tóku brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard yvir felagið. Í 2016 byrjaði felagið harumframt at menna eitt intranet. Longu tað fysta árið vóru seldar fleiri loysnir, og móttøkan var sera góð. Tað gjørdist tí greitt, at loysnin hevði potentiali uttanfyri Føroyar.

Í 2017 bleiv Intra umsett til grønlendskt, dansk og enskt. Eitt sum var serstakt við hesum, var at hetta var fyrsta KT-skipan nakrantíð á grønlendskum máli, og var skipanin eisini væl móttikin í Grønlandi

Í 2021 var Intra vorðin so stórur partur av virkseminum, at brøðurnir valdu at miðsavna seg um intranetið og seldu tískil virksemi við heimasíðum og sniðgeving frá. Tá vóru fleiri enn 100 intranet seld í Føroyum og Grønlandi. Tað at heimamarknaðurin hevði tikið skipanina so væl til sín, gjørdi tað sostatt møguligt hjá Leirvíksbrøðrunum at gera eina roynd at koma inn á tann danska marknaðin.

Vinnuframi, sum eisini sjálvt brúkar nevndarnetið hjá Intra, gjørdi av at stuðla fyrstu royndini til Danmarkar, og kann hetta koma at vísa seg til at vera ein góð íløgu - eisini fyri tað føroyska samfelagið. Eftir stutta tíð hevði felagið selt tey fyrstu intranetini í Danmark, m.a. til flogvøllin í Odense og lívtøknis fyritøkurnar, Pentabase og Amplexa Genetics.

Stjórin og høvuðseigarin í Pentabase, Ulf Bech Christensen, var so glaður fyri skipanina, at hann nú hevur valt at seta pening í Intra, soleiðis at hann nú eigur 20% av felagnum. Ulf er somuleiðis valdur til nevndarformann í felagnum.

Jaspur Langgard, stjóri á Intra, fegnast stórliga um íløguna, sum gevur fíggjarliga orku til at menna skipanina enn betri, og samstundis at vaksa enn skjótari uttanlands. Útlendski marknaðurin er sera spennandi, men hevur eina heilt øðrvísi sølutilgongd, enn hana sum vit eru von við í Føroyum, og tí hevur verið neyðugt at funnið íleggjara, sum kann hjálpa við hesum partinum. Harumframt hevur Ulf eina holla vitan og góðar kontaktir, sum eisini kunnu tæna felagnum væl.

Brøðurnir hava, saman við Ulf, lagt eina vakstrarætlan fyri felagið. Visjónin hjá teimum er fyrst at fáa fastatøkur við danska marknaðin, áðrenn teir ætla at satsa uppá altjóða marknaðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo