Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr vinstru eru tað Sólva Jacobsen, varalimur, Jóan Petur Joensen, skrivari, Irena Nysted, forkvinna, Sølvi Simonarson, peningarøkil, og Ingolf S. Olsen, varalimur

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr vinstru eru tað Sólva Jacobsen, varalimur, Jóan Petur Joensen, skrivari, Irena Nysted, forkvinna, Sølvi Simonarson, peningarøkil, og Ingolf S. Olsen, varalimur

Vága Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í kvøld, har nýggj nevnd varð mannað.

Tór Marni Weihe, sum hevur verið formaður hetta seinasta árið, er fluttur av oynni og kundi tískil ikki stilla uppaftur.

Í nývaldu nevndini sita Irena Nysted, Jóan Petur Joensen og Sølvi Simonarson. Sólva Jacobsen og Ingolf S. Olsen eru varafólk.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Irenu Nysted sum forkvinnu, Sølva Simonarson sum peningarøkili og Jóan Petur Joensen sum skrivara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo