Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

IRF: Fyri einum ári síðani byrjaði IRF at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning. Innsavningin, sum hevur verið á flestu bingjuplássum kring landið, hevur gingið væl og higartil eru góð 9 tons send av landinum til endurvinning.

Tað er skilagott at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum, tí glas kann endurvinnast umaftur og umaftur, uttan at góðskan á tilfarinum versnar. Tískil er glas eitt sera virðismikið tilfeingi, tá hugsað verður um ringbúskap.

Glasendurvinning betrar eisini um arbeiðsumhvørvið hjá innsavnarum, tí glas fyllir og vigar nógv, og harafturat minkar tað um vandan at skera seg av brotnum glasi, sum liggur leyst í gráa posanum.

Umhvørvisliga loysir tað seg at endurvinna glas, tí at framleiða vørur úr endurvunnum glasi er ikki eins orkukrevjandi, sum at framleiða glas úr nýggjum rávørum. Við glasendurvinning er ikki neyðugt at framleiða nýtt glas, og útvinning av rávørum og útlát av vakstrarhúsgassum minkar.

Hvat glas kann latast til endurvinning?

  • Glaskrukkur

  • Drekkigløs

  • Glasfløskur (tær, sum ikki kunnu latast inn í pantskipan)

Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska glasið við sápu. Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Nýmótans skiljiskipanir skilja millum klárt og litað glas, og tí kann bæði klárt og litað glas vera latið í sama ílat. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.

Hvat kann ikki latast til glasendurvinning?

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)

  • Keramikkur (t.d. urtapottar)

  • Eldføst føt

  • Grýtulok úr glasi

  • Ljósperur

  • Spegl

  • Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs

  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á

Nýggjur filmur um glasendurvinning

IRF varpar nú ljós á endurvinning og skiljing við nøkrum stuttum lýsingarfilmum, sum eru framleiddir úr endurnýtslutilfari. Filmurin um endurvinning av glasi sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo