Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Tað er ikki bara sum at siga tað at heinta rusk í Mykinesi um veturin, tá ongin sigling er til oynna. Ein egnaður bátur má vera tøkur, tá tað er kyrt á gjónni, so til ber at leggja at og fáa ruskið umborð.

Tað sigur Adelbert Ellingsgaard, sum er deildarleiðari hjá IRF fyri innsavning, endurnýtslu og reinsitænastu, tá VP spyr, hví ruskið í oynni ikki er heintað síðani einaferð í fjør heyst.

Les eisini: Rusk frá í fjør heyst liggur enn í Mykinesi

Adelbert Ellingsgaard vil fegin gera greitt, at tað er ikki soleiðis at tey hjá IRF hava gloymt Mykines.

- Tvørtur ímóti. Hetta hevur eisini fylt nógv hjá okkum, tí vit vita væl um trupulleikan. Men vit keypa hesa tænastuna frá øðrum, og báturin, sum vanliga siglur til Mykines, og sum vit eisini brúka, hevur verið upptikin av at loysa aðrar uppgávur fyri Strandferðsluna, sigur Adelbert Ellingsgaard. Hann leggur afturat, at hann eisini hevur verið í samband við tveir aðrar, sum kunnu sigla.

- Men ongin er tøkur akkurát teir dagarnar, tá tað er kyrt, sigur hann.

- Men hví var onki tikið inn í desember, tá ein bátur var við oljutunnum og fór tómur innaftur?

- Ja, tað er ein góður spurningur. Hevði onkur sagt okkum um handa bátin, so høvdu vit sjálvandi roynt at fingið rusk við innaftur. Men tað er ikki lætt, tá vit onki fáa at vita um, at bátur fer út, sigur Adelbert Ellingsgaard, sum eisini er ørkymlaður av støðuni.

- Men eg kann so siga, at tað sær út til at hetta kemur í rættlag í vikuni sum kemur. Jósup er liðugur at sigla aðrar rutur fyri Strandferðsluna tá, og tað sær út til at fara at verða gott veður í næstu viku, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo