Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, her saman við konuni, Emine Erdogan. Hann vil ikki hava, at Turkaland skal setast í samband við eina kalkun.

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, her saman við konuni, Emine Erdogan. Hann vil ikki hava, at Turkaland skal setast í samband við eina kalkun.

At hava sama navn sum ein fuglur sum hvørki er serliga penur ella klókur, tað er ikki nakað sum hóvar turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan. Leingi hevur tað irriterað hann, at Turkaland á enskum eitur tað sama sum ein kalkun, tí hann vil fegin, at landið skal vera eitt heiðurligt stórveldi í hugaheiminum hjá fólki. Og tað fær tað illa verið, so leingi sum kalkunin er við í myndini.

Tað ger tað heldur ikki betri, at tey í enskttalandi londum brúka orðið turkey sum samheiti fyri okkurt sum er miseydnað ella fyri ein tollutan persón. Og at amerikumenn fyrst og fremst seta orðið í samband við eina búrmáltíð. Tí hevur forsetin nú tikið avleiðingarnar og givið boð um, at almenna navnið á landinum skal vera Türkiye.

Tí fer nú at standa Made in Türkiye, har sum tað er relavant. Eisini í øllum almennum samskifti, eisini í ST, er navnið broytt, eins og almennu miðlarnir og tíðindastovurnar í landinum eru farin at brúka nýggja heitið.

Ikki øll halda so nógv um avgerðina hjá Erdogan. Ein er fyrrverandi sendiharrin og andstøðupolitikarin Unal Cevikoz. Hann sigur við netmiliðin MiddleEastEye, at tað alt samalt er spill av bæði tíð og pengum. Og annars eisini tað bera erkvisni.

- Vesturheimurin hevur brúkt navnið Turkey í øldir. Sjálvt tá osmanarnir ráddu fyri borgum, brúktu europearar heitini Turkaland og turkiska heimsveldið, sigur hann. Og so minnir hann annars á, at á turkiskum eitur ein kalkun hindi - við tilsiping til India.

Júst hví Turkaland er komið til at eita Turkey á enskum er ikki heilt víst. Men eitt ástøði er, at handilsmenn úr Istanbul - táverandi Konstantinopel - í 1500 talinum sendu ymsan flogfena, harímillum kalkunir, við skipi til Stórabretlands. Og har nevndu tey henda fuglin fyri Turkey coq - turkiskur hani.  Tá í tíðini var Turkaland brúkt til samheiti um alt sum kom langvegis. Til dømis nevndu tey persisk teppi, sum komu úr Istanbul, fyri turkisk teppi og mjøl úr India varð nevnt turkist mjøl.

Onnur lond, sum áður hava skift navn:

  • Burma skifti í 1989 navn til Myanmar eftir eitt hernaðarkvetti.

  • Iran æt áður Persia. Men í 1935 bóðu myndugleikarnar har onnur lond um at brúka navnið Iran, sum var betri í samsvar við tað sum tey sjálvi søgdu.

  • Í 1939 skifti Siam navn til Tailand eftir boðum frá konginum. Hjá teimum merkir tað "land teirra frælsu".

  • Í 1980 broytti Rhodesia navn til Zimbabwe (Simbabvi).

  • Fyri nøkrum árum síðani avgjørdu myndugleikar í Hollandi bert at brúka almenna navnið hjá landinum: Niðurlond.

Niðanfyri sæst lýsingarherferðin #HelloTürkiye á sosiala miðlinum Twitter, sum PR stjórin hjá Erdogan forseta, Fahrettin Altun, hevur lagt út.

Kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo