Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fyri 40 árum síðani var eg formaður í ÍSF. Tá var hetta landsfelagið fyri føroysk ítróttafeløg í stórari broytingartíð. Føroyingar komu sær spakuliga upp í alt altjóða kappingar, ítróttagreinirnar heima mentust við risafetum, og umstøðurnar at íðka innandura sum uttandura tóku seg stórliga fram.

Tað setti stór krøv til teirra, sum stílaðu fyri í ÍSF eins og teimum, sum ráddu í teimum mongu limafeløgunum kring alt landið. Eg var í starvsnevnd ÍSF í trý ár frá 1977 til 1980. Næstformaður fyrsta árið, og formaður hini bæði árini.

Í bakspeglinum havi eg hug at siga, at eg var áhaldsin, tá eg lat meg stilla upp til ÍSF. Tí eg hevði ikki gjørt mær nóg greitt, hvussu krevjandi arbeiðið var. Tá vóru ongi sersambond. ÍSF hevði deildir, sum einans høvdu ítróttaligan myndugleika, meðan allar fíggjarligar og aðrar umsitingarligar heimildir lógu hjá starvsnevndini.

Tað vil siga, at starvsnevndin mátti hava eyguni við fíggjarligu gongdini í øllum felagsskapinum og var eisini uppi í tí ítróttaliga arbeiðnum. Umráðandi var at fáa endarnar at røkka saman, skuldu vit gera okkum vónir um betri játtan frá løgtinginum. Tann parturin eydnaðist væl.

Javnvág fekst skjótt í raksturin, og vit fingu munandi hækkan í játtanini á fíggjarlógini. Hon fór úr eini 300.000 upp í 750.00 krónur. Tað gav okkum rúmari ræsur, men vit fingu ikki játtan til umsiting.

Tí lá alt arbeiðið framvegis á nevndarlimunum sjálvum. Tað var møtimikið, tá tú eisini vildi liva upp til teir altjóða limaskapar, sum ÍSF hevði fingið. Hondbóltur og borðtennis vóru komin uppí, fótbólturin lá framvið, flogbólturin fekk skjótt limaskap eins og svimjingin. Til tess at vísa okkum verdugar til alt hetta, noyddust vit at vísa vilja.

Heimsmeistarakapping og sersambond
Tað gjørdu vit eitt nú við eini heilari heimsmeistarakapping í Føroyum í 1980 – nevnd C-HM í hondbólti. Ikki minni enn 10 lond vóru til kapping í Føroyum í 10 dagar, og útselt var til allar dystir, um teir so vóru í Havn, Klaksvík ella Vági. Her løgdu fyriskipanararnir á bygd og bý eitt rimmar avrik eftir seg.

Meðan hetta leikaði á, var ein nýskipan av ÍSF ein annar høvuðsspurningur. Nú høvdu vit í 10 ár havt serstakar deildir fyri hvørja ítróttagrein sær, men bygnaðurin stóð ikki longur mát við krøvini. Neyðugt var at taka næsta stigið og lata sersambondum heimildir og ábyrgd nærri virkseminum.

Tað orðaskiftið byrjaði við fótbóltsmonnunum, sum søgdu, at skuldu teir gera sær vónir um altjóða limaskap, mátti fótbólturin liggja í einum felagsskapi fyri seg innan ÍSF. Umskipanin var á skránni bæði árini, eg var formaður. Stílað varð eftir at stovna sersamband fyri deildir, sum høvdu trý feløg ella fleiri. Tað var eitt hart hoyggj at draga.

Í annað borðið trýstu fótbóltsmenninir dúgliga á fyri at stovna sítt sersamband, áðrenn lógirnar hjá ÍSF vóru lagaðar til tann ætlaða bygnaðin. Í síðstu løtu eydnaðist at snikka lógirnar til, so FSF varð heimilað á aðalfundinum í februar 1979.

Í hitt borðið var strævið at fáa nóg nógvar av hinum ítróttagreinunum at taka størri ábyrgd á seg, men á stjórnarfundi og aðalfundi í 1980 fekst heimild til at stovna fimm sersambond aftrat fyri hondbólt, borðtennis, flogbólt, badminton og róður. Sjálvi sersamondini vóru stovnað sum árið leið.

Samtykt varð eisini at stovna sersamband fyri paraítrótt. Tá æt tað Ítróttasamband fyri Brekað. Tað er eitt uppskot, sum eg altíð havi verið fegin um, tí ÍSB gjørdist skjótt undangongan í okkara altjóða luttøku í 80unum og 90unum - og ger framvegis mangan vørrin. Kundi eisini trivið í okkara fyrstu royndir á graslíkisvølli í Gøteborg í 1978 v.m., men tað verður eina aðra ferð.

Ynski Ítróttasambandi Føroya, landsfelagnum hjá føroyskum ítrótti, til lukku við teimum áttati árunum og góðan byr. 80 ár eru ikki 80 dagar, og ÍSF hevur prógvað sín tilverurætt. 

Jógvan Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo