Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sambandsflokkurin: Á fundinum fer íslendingurin Hrólfur Jónsson at greiða frá bústaðarpolitikki og byggiætlanum í Reykjavíkar Kommunu. Hrólfur hevur arbeitt í Reykjavíkar Kommunu sum stjóri fyri ognar- og búskaparstýrið í umleið 6 ár. Stýrið hevur tikið lut upp á ymiskar mátar í bústaðarpolitikkinum í Reykjavík.

Hrólfur hevur holla vitan um privata húsamarknaðin umframt sosiala geiran og non-profit bústaðarbygging til eldri fólk.

Reykjavíkar Kommuna hevur arbeitt við nógvum ymiskum verkætlanum saman við non-profit feløgum og felagsskapum við tí endamáli at nøkta eftirspurningin eftir bústøðum og fyri at loysa trupulleikarnar við hækkandi bústaðarprísum. 

Eisini brúka íslendingar nógva orku uppá planlegging og halda, at planlegging hevur alstóran týdning á bústaðarøkinum - bæði heildarplanir og lokalplanir.

Á fundinum fer eisini Elin Hentze, frá Búgva og Andras Róin, stjóri á Bústaðir at leggja fram. Annika Olsen, borgarstjóri í TK, fer at greiða frá bústaðarpolitikkinum og byggiætlanum í Tórshavn.

Harafturat fara Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Annfinn Brekkstein, býráðslimur í TK og Johan Dahl, formaður í Føroya Væl at leggja fram.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo