Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hópkanning í Íslandi - heimsins mest testaða land saman við Føroyum - vísur, at vandin fyri at børn gerast smittað við koronasjúkuni er bert 25 prosent so stórur sum hjá vaksnum.

 

- Ísland er saman við Føroyum tað land í norðurlondum og eisini í heiminum, sum hevur gjørt flest koronakanningar per íbúgva. Nevniliga um 82.000 test per millión íbúgva, meðan eitt nú Danmark hevur testað um 9.000 per millión íbúgva.

 

- Okkara kanningar, sum eru gjørdar á sjúkrahúsum, vísa, at vandin fyri at børn gerast smittað er bert 25 prosent. Tað merkir eisini, at tað í miðal er  25 procent vandi fyri at børn smitta onnur samanborið við vaksin. Hetta er týðandi vitan, tá ið nú avgerðir verða tiknar um barnagarðar og skúlar, sigur Kári Stefánsson, stovnari av firmanum deCode genetics, við norska miðilin Aftenposten.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo