Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinstrumegin sæst, hvar rákið av Atlantssjógvi verður mátað norðan fyri Ísland. Myndin høgrumegin vísir miðalstreymferðina. Harðasta rákið er við streymboyurnar HBII og HBIII. Streymboyan, sum rak inn á Haraldssund, varð løgd út á støð HBIV

Vinstrumegin sæst, hvar rákið av Atlantssjógvi verður mátað norðan fyri Ísland. Myndin høgrumegin vísir miðalstreymferðina. Harðasta rákið er við streymboyurnar HBII og HBIII. Streymboyan, sum rak inn á Haraldssund, varð løgd út á støð HBIV

Vinstrumegin sæst, hvar rákið av Atlantssjógvi verður mátað norðan fyri Ísland. Myndin høgrumegin vísir miðalstreymferðina. Harðasta rákið er við streymboyurnar HBII og HBIII. Streymboyan, sum rak inn á Haraldssund, varð løgd út á støð HBIV

Havstovan: Um hálvan januar bóru alarar hjá Bakkarfost eyga við eina streymboyu, sum var rikin inn á Haraldssund. Hetta vísti seg at vera ein streymboya, sum var blivin burtur norðan fyri Ísland í 2018 og sum nú var endað í Føroyum.

Alararnir hjá Bakkafrost funnu streymboyuna tann 17. Januar og tóku hana umborð á ein alibát (mynd 1). Teir settu seg síðani í samband við m.a. Havstovuna og her kendust fólk við hetta slagið av streymboyu. Tað var tó skjótt greitt, at tað ikki var Havstovan, sum átti hesa boyuna. Við hjálp frá Vónini, varð streymboyan fingin til Havnar. Onki navn ella búmerki var á boyuni, men eftir at hava fregnast hjá samstarvsfeløgum í okkara grannalondum varð funnið fram til, at Havrannsóknarstovnurin í Íslandi átti boyuna.

Boyan varð løgd út norðalaga á Hornbanka í august 2017 (mynd 2, HBIV) og tá hon skuldi takast uppaftur á sumri 2018, fekst onki samband við hana. Boyan var útgjørd við einum tóli (Argos), ið sendir knattstøðu til satellit, so at fráboðan kemur, um boyan flotnar í ótíð. Av eini hvørjari orsøk var hendan skipanin óvirkin, og tí vóru fólk ikki varug við, at boyan var flotnað. Upprunaliga hevði fortoyingin meiri útgerð enn bara boyuna, men tann útgerðin var slitnað frá sjálvari boyuni.

Endamálið við at leggja boyuna út á Hornbanka var, saman við trimum øðrum boyum, at máta rákið av Atlantssjógvi, ið fer norður um Ísland og inn í Norðurhøv. Hetta rákið hevur alstóran týdning fyri vistskipanina har og fyri veðurlagið á norðurlandinum í Íslandi. Atlantssjógvur fer eisini norður um Føroyar og ígjøgnum Hetlandsrennuna. Havstovan hevur mátað rákið í Føroyastreyminum síðani 1997 og samstarvar eisini við Marine Scotland Science í Aberdeen um mátingar í Hetlandsrennuni. Ein postari (á enskum), sum tekur samanum hesar felags mátingarnar av Atlantssjógvi, er at finna her.

Vegna okkara samstarvsfelagar í Íslandi takkar Havstovan fyri sýnda vælvild frá Bakkafrost og Vónini. Havstovan frættir fegin, tá boyur og annað verður funnið á hendan hátt. Mynd 1. Streymboyan umborð á alibáti hjá Bakkafrost. Hjalgrím Kristoffurson Svøðstein tók myndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo