Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ísrael hevur í dag lagt eitt miðlahús í Gaza fullkomuliga í oyði.

Arabiska Al Jazeera og amerikanska Associated Press hildu til í bygninginum, saman við fleiri øðrum miðlum og skrivstovum.

Ísrael ávaraði áðrenn um, at bygningurin fór at verða álopin, og gav øllum sum vóru inn ein tíma at sleppa sær á dyr.

- Heimurin fer at vita minni um, hvat hendir í Gaza, eftir hetta, sigur Gary Pruitt, stjóri í AP eftir hendingina.

Men Ísrael heldur fast við, at álopið hevði sín rætt, tí Hamas eisini brúkti bygningin.

- Yvirgangsfelagsskapurin Hamas krógvar seg aftanfyri livandi skjøldur av journalistum og øðrum vanligum fólkum, sigur ein talsmaður fyri ísraelska herin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo