Heilsumálaráðið í Ísrael hevur í dag almannakunngjørt data, sum vísur, at Pfizer-BioNTech-vaksinan er minni effektiv móti Delta-variantinum enn hinum variantunum av covid-19.
Tað skrivar Israel Times sambært danska TV2.
Sambært heilsumálaráðnum í Ísrael er vaksinan effektiv í sambandi við at verja móti innlegging og álvarsomum sjúkueyðkennum.
Men við útbreiðsluni av Delta-variantinum í landinum er effektiviteturin hjá vaksinuni at hindra smittu fallin úr 94,3 prosentum niður í 64 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo