Tankasmiðjan The Institute for the Study of War skrivar at ókendir russiskir persónar hava lopið á útgerðardeildir hjá herinum við molotovcocktails.
Útgerðardeildirnar skipa fyri kosti, klæðum, útgerð av ymiskum slagi, brennievni, og skrivstovuútgerð.
Tankasmiðjan endurgevur lokalar Telegram-rásir sum skriva um ásettar eldar á tríggjar deildir í Moskva, og í Omsk, Volgograd, Ryazan og Khanty-Mansi millum 4. og 8. mai.
Næstleiðarin í ukrainsku herleiðsluni sigur tað hava verið minst 12 ásettir eldar tilsamans, fimm av teimum í síðstu viku, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo