Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna: Italski sendiharrin í Keypmannahavn, Stefano Queirolo Palmas, er á ferð í Føroyum. Hósdagin vitjar hann Runavíkar kommunu. Við í fylginum eru Alberto Biavati, sum virkar á sendistovuni í Berlin, Nicola Raffaele, Gianfranco Contri, og italski konsulin í Føroyum Magni Arge. Umframt, at sendimaðurin ynskir at sleppa eina ferð kring um í kommununi, verður stokkið inn á gólvið hjá Bakkafrost á Glyvrum og á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Hulki. Dagurin endar uppi á Gørðum í Søldarfirði.

Við í ferðalagnum er eisini kendi klaverleikarin Mauro Patricelli, sum harumframt er tónaskald. Í dag kl. 16 verður ein konsert í sambandi við vitjanina. Hetta verður ein italsk/føroysk konsert, har Mauro Patricelli fer at framføra egin verk, meðan lokali trubadoururin Kári Sverrisson fer at syngja og spæla nøkur av sínum kendu og eyðkendu løgum. Konsertin verður í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu. Í hesum sambandinum verður eisini høvi at hitta harra Palmas - italska sendimannin, sum á henda serliga hátt ynskir at hátíðarhalda italska tjóðardagin í Føroyum.

Umframt at spæla og komponera, so hevur Mauro Patricelli serligan áhuga fyri siðsøguligum tónleiki, og hevur hann í eina tíð granskað og ment tónleik burturúr eldri donskum og suðuritalskum tónleikaarvi. Seinastu verk hansara hava í stóran mun verið ætlað danska fólkasangaranum Ingeborg Sørine Munch og sardinska ljóðførinum ”launeddas”.

Øll eru vælkomin til konsertina og atgongdin er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo