Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavn.fo: Tann 1. oktober í ár byrjaðu aktivitets- ella ítrivsfólkini á eldraøkinum, ið lýst varð eftir fyri tíð síðan. Tey arbeiða undir slagorðunum “Virkin og vakin – alt lívið”.

Nýsettu ítrivsfólkini Stefanie Lausen og Annika Juul, vórðu herfyri og vitjaðu borgarstjóran Heðin Mortensen og heilsu- og umsorganarstjóran Eyðfríð Jacobsen.

Tær søgdu frá sínum arbeiði, at ætlanin er at koma út á ellis- og røktarheim í kommununi, at skapa "stjørnuløtur", og soleiðis leggja dent á heilsustimbran hjá húsfólkunum, og eisini at skapa eina kenslu av felagsskapi.

Hóast tættir í samfelagnum hava merkt arbeiðsleistin nakað av tíðini, aktivitetstoymið hevur verið aktivt, er kortini nógv komið burturúr, siga tær báðar Annika og Stefanie.

Tey eldru hava millum annað verið túr við bátinum Rescue Lív, haft hugnaløtur og gjørt dekoratiónir til jóla, verið á café, koyrt busstúrar og verið gongutúrar í plantasjuni, umframt at menn hava haft undirhús, har teir hava hitst til prát við aðrar menn.

Les meira á heimasíðuni hjá kommununi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo