Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Ítróttafeløg hava nú fingið 3,5 mió. endurgoldið av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 tíðarskeiðið 1. juli 2020 til 31. mai 2021. Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2, sum ÍSF søkti Uttanríkis og- mentamálaráðið um fyrr í ár.

Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur sambært “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í sambandi við COVID-19 - hjálparpakki 2”, tí tiltøk vóru avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

49 felagsskapir søktu um íalt kr. 5,7 mió. Sambært reglugerðini høvdu 45 felagsskapir rætt til stuðul á samanlagt umleið kr. 3,9 mió. Sostatt var neyðugt at tillaga stuðulsútgjøldini soleiðis, at felagsskapirnir íalt hava fingið játtað kr. 400.000 minni, enn tey søktu um.

Í fjør fingu 43 ítróttafeløg 4 mió kr. úr hjálparpakka 1 fyri mistar inntøkur tíðarskeiðið 12. mars-30. juni 2020.

Sí yvirlit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo