Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Føroya Løgting hevur sett fýra milliónir krónur av í covid-19 stuðli til ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin – tað eru sambært reglugerðini ÍSF og limafeløg tess.

Ítrótturin kann søkja um mistar inntøkur fyri tíðarskeiðið 12. mars - 30. juni 2020. Søkjast kann um stuðul fyri mistar inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglurgerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19”. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 20.000 krónur.

Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið átta milliónir krónur í inntøkum.

Ítróttafelag og sambond undir ÍSF hava fingið umsóknarskjal um covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. august 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo