Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Stóran part av míni flogbóltskarrieru havi eg, eins og mínir javnaldrar í SÍ, bíðað eftir einari ítróttahøll, men hon kom ongantíð. Soleiðis er framvegis: Tey bæði bestu liðini og tey yngru liðini venja og spæla framvegis í fimleikarhøllini.

Tað er langt frá nøktandi!

Høllin er so afturúrsigld í mun til dagsins krøv, at tað er av náði og við undantaksloyvum at okkara felag sleppur at spæla sínar kappingardystir har.

Ein ítróttahøll fer at betra umstøðurnar til at íðka allar ítróttagreinar har, ikki bara flogbólt.

Ein ítróttahøll fer eisini at gera tað møguligt at hava tiltøk, ið krevja nógv pláss og har nógv fólk koma saman, eitt nú veitslur, konsertir, messur og framsýningar.

Ein ítróttahøll, sum eisini kann hýsa øðrum tiltøkum enn ítrótti, fer at hava fyrimunir við sær, sum røkka út í nærsamfelagið:

- høllin fer at økja um trivnaðin hjá teimum, sum búgva í kommununi

- høllin fer at vaksa um hugin hjá fólki at seta búgv í kommununi og

- høllin fer (tí hon dregur fólk til bygdina) at hava øktar inntøkur við sær til fyritøkur í kommununi

Tí er tíð uppá, at ein ítróttahøll verður sett á politisku dagsskránna!  

Vit tosa hvørki um at heva ella smasja í hesum málinum, men bara um at serva – um at koma í gongd!

Men ikki so frægt sum tað vildi sitandi meiriluti: Tá ið uppskot varð lagt fram um bara at KANNA kostnaðin av einari høll, varð uppskotið atkvøtt av borðinum!

Saknur hevur verið í einari ítróttahøll í eini 15 ár.

Verður málið framhaldandi systematiskt niðurraðfest, so fara vit at bíða í 15 ár afturat. Tað, sum manglar, tað er vilji til at fara í holt við málið og fremja tað eftir einari ætlan – helst í hesum valskeiðinum.

Listi A ætlar sær beinanvegin eftir valið at fara til verka við at seta málið um eina ítróttahøll á dagsskrá: Hvat kostar ein ítróttahøll, hvussu kann hon fíggjast og nær kann farast undir at byggja hana ...? 

Mín partur skal ikki liggja eftir í hesum málinum.

Jón Joensen, Sørvágur
Valevni á Lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo