At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttavedding góðtekur ikki at lýst verður í Føroyum við pengaspølum, ið ikki hava avtalu við Spf. Ítróttavedding, sigur Jon Hestoy.

- Farna mikudag høvdu vit nevndarfund í Ítróttavedding har hetta málið millum annað bleiv viðgjørt.

- Niðurstøðan hjá okkara løgfrøðiligu ráðgeving er heilt greið, og er sum sum nevnt: Tað er ikki loyvt at lýsa í Føroyum við pengaspæli, uttan so at avtala er gjørd við Spf. Ítróttavedding, og Ítróttavedding fer at taka øll neyðug stig at støðga hesum lýsingum, sigur Jon Hestoy í svari til VP.

VP spurdi nevndarformannin í Ítróttavedding nakrar spurningar, sum Jon Hestoy so svaraði stutt og greitt í einum.

Spurningarnir vóru:

Spurningar til Ítróttavedding, nú tað sær út til at útlendsk veddingarfyritøka beinleiðis marknaðarførur seg á føroyska marknaðinum.

Skulu øll, ið bjóða út vedding og netspøl á føroyska marknaðinum, ikki hava avtalu við Ítróttavedding?

Hevur Coolbet, sum lýsur á leikbúnum og við leikvøll, slíka avtalu við Ítróttavedding?

Um ikki, hvat fer Ítróttavedding at gera við málið?

Fylgir Ítróttavedding við um møguliga aðrar fyritøkur eisini marknaðarføra seg á føroyska marknaðinum?

Er ikki vandin um fleiri slík feløg koma á marknaðin, at hetta kann føra við sær at útlutanin til føroyskan ungdóm frá Ítróttavedding lækkar munandi, verður Danske Spil ikki valt, sum hevur givið væl av peningini hvørt ár?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo