Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

PSG er sinnað at selja Kylian Mbappé til Al-Hilal, sum vil rinda 2,2 milliardir krónur

StÍF og danin Christian Bonde hava gjørt avtalu um, at hann fer at spæla við mansliðnum komandi kappingarár

- Eitt er úrslitið, men at fáa áskoðararnar hjá teimum við sær, var heilt ótrúligt, sigur tvímálsskjúttin hjá KÍ, Árni Frederiksberg, við KVF

KÍ fekk í dag eitt tað størsta úrslitið í altjóða fótbólti nakrantíð móti ungarska stórfelagnum Ferancvaros, skrivar Bolt.fo

Nevndin fyri UEFA hevur sett forsetan í FSF, Christian Andreasen sum formann í nevndini fyri leikara- og transfernevndini hjá evropeiska fótbóltssamgonguni

Lutakast um dystirnar í øllum kappingum fyri feløg í flogbólti er júst liðugt í Luksemburg. Her gjørdist greitt, at mótstøðuliðið hjá Mjølnir í Challenge Cup verður Numidia VC Limax Linne úr Hollandi

Bayern München leikti venjingardyst móti FC Rottach-Egern í dag og longu eftir fyrsta hálvleik var støðan 18-0 til týska stórliðið

- Nú kappingarárið 2023/24 í badminton verður skotið í gongd í august mánaði, hava badmintonfeløgini ÍF, Nápur, MBF og KBF gjørt avtalu við nýggjan venjara

Manchester United-stjørnan Marcus Rashford skal sambært The Athletic undirskriva ein nýggjan fimmárasáttmála við Manchester United

Í dag bleiv aftur kappast í súkkling, í vegsúkkling. Og hesa ferð bleiv kappast í Einkultstarti, ella tíðarkoyring, sum hetta slagið av vegsúkkling eisini kallast

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, sum í komandi mánað skal umboða Føroyar til NM kappingina, sum verður í Finnlandi

Talan gjørdist um trý greið tap fyri føroyska U17-landsliðið við gentum, sum hevur tikið lut í árligu NM kappingini, ið hesaferð var í Sundsvall í Svøríki

Jurriën Timber eitur nýggjasti leikarin hjá Arsenal. Tað váttar felagið á Twitter

Bogaskjúttarnir vunnu 7 heiðursmerki á Oyggjaleikunum - 4 Gull 1 Silvur 2 Bronsu

Milan váttar at hava tryggjað sær Christian Pulisic frá Chelsea. Amerikanarin hevur undirskrivað sáttmála til 2027

Í kvøld, hóskvøldið 13. juli verður fyrri dysturin hjá HB í UEFA Conference League ímóti Derry City FC. Dysturin verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 19.00

Tey eru ymisk á máli um bronsuna, men tey hava ikki stundir at irða seg. Næsta kapping bíðar eftir teimum. Sí innslag her

Carlos Alcaraz vann kvartfinaluna móti danskaranum Holger Rune

Nú farið er undir fjórða kappingardagin í Guernsey, eru Føroyar á fjórða plássi á heiðursmerkjatalvuni við átta gull, 12 silvur og átta bronsuheiðursmerkjum, skrivar KVF

Kazuyoshi Miura tekur eina sesong afturat í portugisiska felagnum Oliveirense og verður 57 ár tá ið sáttmálin endar

Unga Rakel B. Tindskarð gjørdi bart til DM í gonguløgum farna vikuskiftið. Hon kappaðist á hesti sínum, Silas vom Forstwald, í greinini T1 fyri ung reiðfólk

- Fekk sagt takk til mín góða vin, formannin í IGA fyri avgerðina at hava oyggjaleikirnar í Føroyum 2031, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í stuttari viðmerking til VP

Aftaná góðu føroysku úrslitini á Oyggjaleikunum mánadagin, fingu Føroyar aftur í morgun góð tíðindi: Oyggjaleikirnir 2031 verða í Føroyum

Sera spennandi og hendingarríka kappingarárið hjá Føroyskum Íslandsrossafelag endaði í vikuskiftinum við einum braki av eini FM-finalu, tá fjórða og seinasta Safari uttandurakappingin var í Havnardali

- Vit fingu at vita, at vit skuldu njóta hetta her, og tað haldi eg, at vit gjørdu, segði Anna Maria Sloan eftir søguliga dystin, sum tó endaði við greiðum tapi

Beint eftir Dag & Viku verður ein beinleiðis oyggjaleikasending av Guernsey við práti, innsløgum og finalu í 400 metrar renning

Sverri Sandberg Nielsen endaði á 2. plássi í finaluni í ársins triðju World Cup-stevnu í Sveis. Aftur hesaferð vann týskarin Oliver Ziedler

- Í dag ferðast U19-kvinnurnar til Litava, har tær komandi vikuna skulu kappast í EHF Championship kapping, sum verður leikt í Klaipeda, skrivar HSF

14 ára gamli Líggjas Joensen er yngsta ítróttarfólkið umboðandi Føroyar, og tí fær hann heiðurin at bera vatnið til oyggjaleikasetanina

Manchester United-legendan Edwin van der Sar er í dag innlagdur á sjúkrahús við heilabløðing

Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt innan mikudagin 12. juli 2023 klokkan 16:00

Tað er vorðin ein stórhending, hvørjaferð Team Rynkeby sigur farvæl, áðrenn farið verður umborð á Norrønu og víðari til París. Hópur av fólk var samankomið á Vaglinum í gjárkvøldið

Granit Xhaka fer aftur til Týsklands. Fyrrverandi liðskiparin í Arsenal hevur undirskrivað sáttmála við Bayer Leverkusen

Nú er fyrsti dagur av Inter Island Games farin aftur um, og vit eru sera errin um framúr góðu úrslitini hjá okkara íðkarum

Landsliðsleikarin Mason Mount er nýggi maðurin í hópinum hjá Manchester United. Tað skrivar felagið á síni heimasíðu

- Borðtennislegendan Peter Hentze Niclasen fer at bera Merkið leygarkvøldið. Peter man verða ein tann føroyingurin, sum hevur luttikið á flest oyggjaleikum tilsaman

U16-landsliðið við gentum sleppur av álvara at royna seg, tá tær í august mánað skulu spæla tveir venjingardystir móti Írlandi

Dagarnar 5. - 8. juli verður Høllin á Hálsi karmur um eina venjingarlegu í brasilskum jiu-jitsu. Tá koma umleið 65 fólk úr ymsum londum til Føroya

Føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting um vikuskiftið

Enska fótbóltsikonið Steven Gerrard varð í dag presenteraður sum nýggi høvuðsvenjarin hjá Al-Ettifaq

Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august

Farna vikuskifti vóru heili fimm lyftarar úttiknir at kappast til liðkapping í Spania

StÍF og Natasja Hammer hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár

U21 HM-endaspælið í Týsklandi er av og endaðu Føroyar á einum flottum sjeynda plássið eftir 31-27 sigur á Kroatia í seinasta dystinum, skrivar Hondbóltssambandið

Atlantic Airways og Ítróttasamband Føroya skrivað undir nýggja stuðulsavalu. Avtalan inniber m.a., at Atlantic Airways verður flogfelagið hjá ÍSF

Leygarmorgunin 1. Juli 2023 verður alment fráferðartiltak í SMS ísamband við at Oyggjaleikirnir verða á Guernsey 8. – 14. Juli 2023

FSF hevur tikið avgerð um at byggja fótbóltshøll á Svangaskarði. Væntandi er fíggingin komin uppá pláss seinni í ár, og tá verður avgerðin endaliga tikin. Feløgini eru kunnað, skrivar Bolt.fo

Føroyski U21-landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, tekur stóra ábyrgd av fjórðingsfinalutapinum fyri Serbia, tá ið KVF hitti hann eftir dystin

Spælarar og viðmerkjarar eru samdir um, at fyrri hálvleikur kiksaði hjá føroysku hondbóltsleikarunum í Berlin móti Serbia í HM fjórðingsfinaluni

Týsdagin í farnu viku bjóðaði FSF til kunningarfund um U16- og U17-landsliðsarbeiðið hjá gentum og dreingjum. Yvir 40 venjarar og høvuðsungdómsvenjarar møttu