Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Landsliðsleikarin Mason Mount er nýggi maðurin í hópinum hjá Manchester United. Tað skrivar felagið á síni heimasíðu

- Borðtennislegendan Peter Hentze Niclasen fer at bera Merkið leygarkvøldið. Peter man verða ein tann føroyingurin, sum hevur luttikið á flest oyggjaleikum tilsaman

U16-landsliðið við gentum sleppur av álvara at royna seg, tá tær í august mánað skulu spæla tveir venjingardystir móti Írlandi

Dagarnar 5. - 8. juli verður Høllin á Hálsi karmur um eina venjingarlegu í brasilskum jiu-jitsu. Tá koma umleið 65 fólk úr ymsum londum til Føroya

Føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting um vikuskiftið

Enska fótbóltsikonið Steven Gerrard varð í dag presenteraður sum nýggi høvuðsvenjarin hjá Al-Ettifaq

Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august

Farna vikuskifti vóru heili fimm lyftarar úttiknir at kappast til liðkapping í Spania

StÍF og Natasja Hammer hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár

U21 HM-endaspælið í Týsklandi er av og endaðu Føroyar á einum flottum sjeynda plássið eftir 31-27 sigur á Kroatia í seinasta dystinum, skrivar Hondbóltssambandið

Atlantic Airways og Ítróttasamband Føroya skrivað undir nýggja stuðulsavalu. Avtalan inniber m.a., at Atlantic Airways verður flogfelagið hjá ÍSF

Leygarmorgunin 1. Juli 2023 verður alment fráferðartiltak í SMS ísamband við at Oyggjaleikirnir verða á Guernsey 8. – 14. Juli 2023

FSF hevur tikið avgerð um at byggja fótbóltshøll á Svangaskarði. Væntandi er fíggingin komin uppá pláss seinni í ár, og tá verður avgerðin endaliga tikin. Feløgini eru kunnað, skrivar Bolt.fo

Føroyski U21-landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, tekur stóra ábyrgd av fjórðingsfinalutapinum fyri Serbia, tá ið KVF hitti hann eftir dystin

Spælarar og viðmerkjarar eru samdir um, at fyrri hálvleikur kiksaði hjá føroysku hondbóltsleikarunum í Berlin móti Serbia í HM fjórðingsfinaluni

Týsdagin í farnu viku bjóðaði FSF til kunningarfund um U16- og U17-landsliðsarbeiðið hjá gentum og dreingjum. Yvir 40 venjarar og høvuðsungdómsvenjarar møttu

Skalt tú hava tiltak við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at senda tilfar til ólavsøkuskránna áðrenn 2. juli 2023

Londonfelagið váttar sína næstu summarsignering seinastu tveir dagarnar

Manchester City váttar í kvøld at hava keypt kroatiska miðvallaleikaran frá Chelsea fyri 25 milliónir pund

Ótolnir Manchester United-stuðlar blokkeraðu í dag handilin á Old Trafford sum protest móti amerikansku eigarunum

Manchester City sigst hava givið eitt formelt boð upp á West Ham-stjørnuna Declan Rice, sambært journalistinum David Ornstein

First we take Hannover, so we take Berlin ... aftur ein sigur hjá føroyska U21 liðnum í HM kappingini

Kringvarpið sendir beinleiðis frá U-21 dystinum millum Føroyar og Portugal

Meðan tað var so tjúkt í mjørka fríggjakvøldið, tá innleiðandi kappingin var, at dómarar og áskoðarar høvdu ilt við at síggja rossini, so vísti veðrið seg frá eini frálíkari síðu legardagin

Føroyar vunnu dystin móti sponsku europameistarunum 34-31

Kringvarpið stroymir dystin ímóti Spania frá klokkan 19:05

Dysturin millum Føroyar og Albania endaði við sigri til Albania

Í dag varð hátíðarhildið, at múrarnir standa uppi og stóru timbursperrurnar eru reistar og festar. Harvið er ein serligur varði á leiðini rokkin, segði Heðin Mortnsen, borgarstjóri, í stuttari røðu

- Angolska liðið fekk ongantíð kjansin at spæla seg innaftur í dystin, og føroysku spælararnir kunnu nú hugsa um avgerandi dystin ímóti Japan hósmorgunin, skrivar KVF

Sólin skein oman og niðan, tá rossini skuldi renna kapp við Leynavatn leygardagin. Tað vóru eisini nógv fólk komin at hyggja at spennandi kappingini

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Albania á Tórsvølli týskvøldið verður serligur á tann hátt, at ongantíð áður hava londini hitt hvørt annað í A-landsliðshøpi hjá monnum

Eftir 120 málleysar minuttir mátti finalan í Nations League avgerast við brottssparkum

Í góðveðrinum bleiv skipað fyri FM í VEG súkkling. Bláur himmal og sól, og tí var lagið gott, tá byrjað var í Runavík

Í kvøld verður setanarhátíð í samband við Special Olympics World Games 2023

Teir høvdu ætlað og vónað meira, men tá til stykkis kom, máttu U21 dreingirnir taka til takkar við einum javnleiki móti Andorra

Danmark tryggjaði sær trý stig í Parkini í kvøld móti Norður-Írlandi í EM-undandysti

Í 3. settinum vísti Montenegro, at tær hava nakrar dygdir, sum føroyska liðið ikki hevur enn

Leygardagin spælir føroyska A landsliðið ímóti Kekkia á Tórsvølli. Í hesum sambandi skipar fjepparafelagið Skansin fyri stórari upphiting til dystin

Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið

Ein sigur og ein javnleikur var úrtøkan hjá føroyska U21-landsliðnum, sum til EM 2011 var í bólki saman við Andorra. Nú eru londini aftur í sama bólki, og fyrsti dysturin verður við Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin klokkan 18:00

Tað styttist til Oyggjaleikir, tá føroysk ítróttarfólk skulu royna seg móti sterkastu ítróttarfólkum úr øðrum oyggjum í Atlantshavinum. Eisini føroyskir súkklarar skulu royna seg

Dysturin millum Kroatia og Niðurlond í Nations League mátti avgerast við eykaumførum, har Kroatia vann 4-2, og skal antin spæla finalu móti Spania ella Italia

StÍF og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár

Onnur Safari uttandurakappingin í ár var hildin á nýggju ríðingarbreytini undir Kráarheyggi í Havnardali um vikuskiftið

Ári Mohr Jónsson verður ikki tøkur til landsdystirnar móti Kekkia og Albania. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Magnusi Egilsson úr B36

Í morgin verður fyrsta av trimum FM kappingum í VEG-súkkling, og verða tær allar skipaðar í somu viku

Nú seint seinnapartin tendraði borgarstjórin nýggju LED-ljósini á Tórsvølli. Hesi tryggja, at ongin ljósdálking er og at ljósini bara lýsa niður á vøllin

Tað skrivar avísin Al-Watan í einum tweeti sambært Bloomberg News. Manchester United hevur gjørt keypsavtalu við katarska sjeikin Jassim

Eyðun Klakstein hevur úttikið Áka Johannesen úr B68 í staðin fyri Samuel Chukwudi, ið orsaka av skaða hevur givið avboð til dystin móti Andorra

Tað verður Hørður Askham úr HB, ið avloysir Mads Boe Mikkelsen til landsdystirnar móti Kekkia og Albania