Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

SÍ gentur 12 við stórtalentinum Onnu Katrinu í Haraldstovu á odda vunnu greitt sína finalu ímóti TB

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Grikkalandi

27 ára gamla Arsenal-stjørnan Zintsjenko sigur við BBC, at hann hevur latið um 1 millión pund til neyðhjálp í heimlandinum síðani kríggið byrjaði

Í dag klokkan 16:30 verða fyrstu dystirnir í innleiðandi umfarinum í blandaðum tvímansleiki leiktir. Finnast skulu tey bæði pørini, sum í morgin skulu kappast um føroyameistaraheitið

Manchester United svansaði burt sigurin móti Chelsea í yvirtíðini. Soleiðis reagerar Ongland

Manchester United er ikki nakað Champions League-lið, tað vístu reyðu devlarnir í kvøld móti Chelsea

Í morgin fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er nummar 60 á FIFA listanum

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen er sum vera man sera væl nøgdur við javnleikin ímóti Turkalandi, har EM-undankapping er á skránni

Fríggjadagin skulu síðstu finalistarnir finnast, tá innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða leiktir í Badmintonhøllini í Havn frá klokkan 16:30

Phil Foden var í essinum, tá ið Manchester City vann dystin í Premier League í kvøld 4-1 móti Aston Villa

Nú fríggjadagin tann 5. apríl verða innleiðandi umførini í FM-kappingunum í borðtennis spæld í høllini á Hálsi í Havn

Sjey dystir eru á skránni í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Fýra dystir verða spældir mikudagin 24. apríl, meðan hinir tríggir eru á skránni flaggdagin, hósdagin 25. apríl

Stóra danska hondbóltsstjørnan Mikkel Hansen hevur júst boðað frá á tíðindafundi at hann gevst við hondbóltinum í summar

Jónas Djurhuus vísir serligt badmintonkynstur í fjórðingsfinaluni í einmansleiki

Innleiðandi dystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini annan páskadag. Heili tríggir leikarar vunnu sær finalupláss á fyrsta sinni

Føroya Styrkisamband (FSS) gjørdi eitt rimmarlyft í vikuskiftinum, tá ið aðalfundurin hjá International Weightlifting Federation (IWF) játtaði umsóknini frá FSS um limaskap

Leygardagin 23. mars var FSF, saman við umboðum frá FIFA, vertur fyri verkstovu, har málbólkurin var høvuðs-ungdómsvenjarar og venjarar, ið hava ábyrgd av menning av okkara bestu spælarum

Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur fingið tvey avboð til komandi EM-undankappingardystir, sum eru á útivølli ímóti Grikkalandi og Montenegro ávikavist 5. og 9. apríl

Fyri fyrstu ferð síðani 2013 eitur føroyameistarin í talvi annað enn Høgni, Rógvi ella Helgi

Teir eru komnir hálvan veg í FM-umdystinum í kviktalvi á Giljanesi. Allir tríggir hava nú telvað eina ferð hvør móti øðrum. Nú taka teir eitt tørn aftrat við øvugtum litum

Tríggir endaðu javnir í Landsliðsbólkinum, tá árliga FM-kappingin í talvi var liðug í gjár. Neyðugt verður tí við umdysti í dag millum teir tríggjar. Tað áseta reglurnar

Tað var stórt drama á síðsta leikdegi í FM-kappingini í talvi í dag. Endin var, at tríggir gjørdust javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum, og teir fara í morgin at telva umdyst um FM-heitið

Eisini yngri føroysk lið klára seg væl í estetiskum kappingum uttan fyri landoddarnar

Leygardagin kl. 13 fer fyrsta vektstongin upp um høvd við FM 2024 í olympiskari vektlyfting. Kappast verður í nýggju hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku 1 í Havn

Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so

Avísirnar The Times og The Telegraph skrivaðu í gjárkvøldið at Liverpool gevst í royndini at fáa Xabi Alonso sum avloysara fyri Jürgen Klopp

Stóru altjóða dartkappingarnar vóru á Glasi síðsta vikuskifti

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi

 

- Seinasta vikuskiftið skipaðu KBF og BSF fyri FM hjá ungu badmintonleikarunum. Dagurin gekk sera væl og nógvir spennandi dystir blivu leiktir

 

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar

Kobbie Mainoo gjørdist 'man of the match' í næsta landsdystinum fyri Ongland

- Við sigri á ÍF í kvøld kundu sørvingar havt tryggjað sær sæti í FM-finalunum ímóti Mjølni, men fyribils er tann staðfestingin útsett, tí fuglfirðingar vunnu fimmsettaran í Fuglafirði

Dagarnir 29.-30. mars luttekur gentuliðið Norma hjá Ljósinum í altjóða kappingini í estetiskum fimleiki, Easter Cup, í Greve, Danmark

Tað verður bæði dýrari og tvørligari at síggja Premier League næsta kappingarár. Tað skriva fleiri norðurlendskir miðlar sambært KVF

Farna vikuskifti var eitt stórt vikuskifti fyri føroyska vektlyfting. Hetta var nevnliga fyrstu ferð, at FSS var við til Small Nations Tournament, ið er eitt stórt fet ávegis til fullgyldugan altjóða limaskap

Venjingardysturin millum Danmark og Føroyar endaði við 2-0 sigri til Danmark

Venjarin hjá manslandsliðnum, Håkan Ericson hevur framt tríggjar broytingar á føroyska liðnum til dystin móti Danmark, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu móti Liktinstein farna fríggjadag

Í kvøld klokkan 19:15 skal manslandsliðið aftur á vøllin – hesaferð í venjingardysti á Brøndby Stadion, har Danmark tekur ímóti. Talan er um sjeynda dystin í A-landsliðshøpi við monnum millum Føroyar og Danmark

Á Giljanesi staðfesti Dráttur formliga sítt finalupláss við 3-0 sigri á nr. 3, SÍ

Árliga FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar byrjaði á Giljanesi í gjár. Sandavágs Talvfelag skipar fyri í ár. Kappast verður í fýra bólkum; Landsliðsbólkinum, almenna bólkinum, unglingabólkinum og veteranbólkinum

Tað var sum vera man ein glaður Arnbjørn Svensson, ið FSF Varpið fekk orðið á dagin eftir trivaliga 4-0 sigurin á Liktinstein

Við nýggja limafelagnum hevur Ríðisamband Føroya tvífalda limatalið uppá nøkur heilt fá ár. Hetta vísur týðiliga at ríðing er ein ítróttur í støðugum vøkstri

Mattias Lamhauge, ið nú spælir fyri FC Fredericia í Danmark, er glaður fyri at vera partur av landsliðnum í nakrar dagar, og hann letur væl at umstøðunum á venjingarleguni í Spania

Føroyar spældu í dag venjingardyst móti Liktinstein á Marbella Football Center í Spania og vunnu Føroyar dystin 4-0

Nú er greitt, hvørjir tveir fyrstu ellivu verða, ið Håkan Ericson sendir á vøllin frá byrjan í venjingardystinum móti Liktinstein

Í bólkinum Young Men er Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin heimsins besti leikari í 2023

Við 3-1 sigri á KÍF í gjárkvøldið fór SÍ framvið Fleyr og legði seg á annaðplássið, men tað var ikki uttan svørðsslag, og tað var um reppið, at SÍ ikki spældi sær av við fjórða sett og harvið finaluplássið

Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Montenegro, sum verða á útivølli 5. og 9. apríl

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Hollandi, Ukraina og Kosovo um rættin at kappast í EM-endaspælinum í Skandinavia í 2026. Spælarar og venjarar lata væl at, skrivar KVF

Arnbjørn Svensson úr Víkingi er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum í hesum døgum er á venjingarlegu í Spania. Aftaná eina av venjingunum fekk FSF Varpið orðið á nýklækta landsliðsspælaran