Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vikuskiftið vóru steypakappingarnar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. Her síggjast úrslitini

Tað endaði 3-1 til Sandavágs Talvfelag í kviktalvsumdystinum millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag í sjálvari FM-finaluni í liðtelving seinnapartin

Í morgin møtast Fleyr og TB fyri aðru ferð í tríggjar dagar í dysti, sum kann gerast altavgerandi fyri, hvør teirra kemur í FM-finalurnar saman við oddaliðnum SÍ

Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Rógva Baldvinsson til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia

Fótbóltssambandið hevur sett 36 ára gomlu Signe Pries Andersen í starv sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum við kvinnum

Nú er greitt hvussu kavrtfinalurnar síggja út í Champions League

Christian Eriksen verður skjótt klárur aftur. Tað sigur venjarin hjá Eriksen, Erik ten Hag, við TV 2 Sport

Franska fótbóltslegendan og venjari Patrick Vieira hevur fingið fótin. Tað skrivar Crystal Palace á sínum netsíðum

Í kvøld kl. 18 spæla TB og Fleyr sera avgerandi dyst um rættin at møta SÍ í finalunum um føroyameistaraheitið í flogbólti í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og lið hennara Brøndby VK spældu seg í kvøld víðari í semifinalurnar í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur

Í kvøld dystaðust Áslakur Holm og lið hansara VK Vestsjællandi í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta allar dystirnar í 3. umfari í 1. deild hjá monnum. Hvussu verður við øðrum kappingum um vikuskiftið, verður avgjørt aftaná døgurða fríggjadagin

So avgjørdur er Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, tá hann kemur við góðum ráðum, ið kunnu forða fyri, at børn fáa skaðar, tí tey venja ov nógv

Uttan mótvalevni varð Gianni Infantino sum væntað afturvaldur á Fifa-kongressini

Real Madrid skal spæla kvartfinalu í Champions League, men tað skal Liverpool ikki

Hanna Iansdóttir Biskupstø, Nicola Toftegaard og Ikast KFUM hava í kvøld leikt seinnu fjórðingsfinaluna í bestu donsku kvinnudeildini í flogbólti

Sambært týsku avísini Bild so er Manchester United sinnað at brúka stóra upphædd fyri at fáa Randal Kolo Muani í Frankfurt

Norðmaðurin kopieraði tey fimm málini hjá Messi fyri Barcelona móti Bayer Leverkusen í 2012 – eisini í Champions League

Talan er um graslíkið á ikoniska og nú stongda Veterans Stadium í Philadelphia, har seks baseball sstjørnur eru deyðar, allar undir 60 ár

- Tvímansleikur og blandaður tvímansleikur 

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal dystast við Moldova og Norðurmakedónia

Trý DM-heiti, eitt dansk met, og hópin av heiðursmerkjum. Tað var flotta úrtøkan, tá føroyskir vektlyftarar kappaðust í DM um vikuskiftið

Síðan oktober 2022 hevur Róðrarsambandið, saman við lokalfeløgum, skipað fyri fýra Grand Prix kappingum í inniróðri

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var í dag, 11. mars, í Bylgjuni í Runavík

Aarhus Studenternes Volleyballforening, við føroysku Bjørk Nolsøe Isaksen á odda, vunnu leygardagin greiðan 3 – 0 heimasigur í Århus Gl. Stadionhal á IF Lyseng í donsku 1. deild. Settúrslitini vóru 25-23, 25-10, 25-12

Føroyingarnir brendu nógv skot og taptu seinna undandystin ímóti Rumenia sum var leiktur í Bukarest í dag

Eftir sigurin mikukvøldið, tá Føroyar vunnu á heimavølli, er tað nú Rumenia sum hevur heimavøll

Í dag byrjar kappingin um FM-heitið í inniróðri í høllini í Skúlanum við Streymin

Mánadagin 13. mars klokkan 10:00 verður tíðindafundur í FSF-húsinum. Á skránni eru ársins fyrstu úttøkur av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum

- Um vikuskiftið verður kappast um DM í vektlyfting. Her hava føroyingar áður vunnið fleiri heiðursmerki, og vónirnar eru eisini góðar hesaferð

Leygardagin 11. mars verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík

Niðasta liðið í Føroya Tele-deildini, Ternan, tók í kvøld næstovasta liðið, Fleyr, á bóli við 3-1 sigri, sum kann fara at vísa seg at gerast dýrur fyri Fleyr, sum verður elt av TB

Eftir eina heldur skirvisliga byrjan reisti Manchester United seg munandi og vann 4-1 heima móti Real Betis í fyrra dystinum í 8-partsfinaluni í Europa Cup

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta 1. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum og 2. umfar hjá monnum, sum annars vóru á skránni komandi vikuskiftið

Evropiska hondbóltssambandið EHF hevur lagt hæddarpunkt út á YouTube frá EM-dystinum millum Føroyar og Rumenia

Bayern München er nú millum tey seinastu átta liðini í Champions League - tað sama eru Benfica, Chelsea og Milan

Føroyar spældu EM-undankappingardyst móti Rumenia í kvøld og gjørdist úrslitið 28 - 26 til Føroyar

Manchester City- og Ongland-stjørnan Kyle Walker er aftur komin í fokus eftir at tabloid-avísin The Sun í dag hevur almannakunngjørt video-upptøku

- Allir føroyingar kenna navnið “Hávard Absalonsen Vatnhamar”. Vit minnast, at hann umboðaði Føroyar í Paralympic í Tokyo. Nú nærkast Paralmpic í París og fleiri hugsa møguliga: fer Hávard aftur at umboða Føroyar?!

Kappingin verður hildin í “Hafnia Hallen” í Keypmannahavn

Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag fara aftur í ár at avgera kappingina um FM-heitið í beinleiðis innanhýsis finaludysti í seinasta umfari í landskappingini annan leygardag

U17/19 landsliðið í badminton, sum í vikuskiftinum hevur luttikið í kapping í Ikast, hevur fleiri heiðursmerki heim við

Yvir 100 venjarar tóku lut á ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipaði fyri um vikuskiftið

Hanna Iansdóttir Biskupstø og Nicola Toftegaard úr Ikast KFUM og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig úr Brøndby VK eru nú liðnar við grundspælið í bestu donsku kvinnudeildini í flogbólti

B71 er steypavinnari fyri gentir 16B. B71 vann steypafinaluna ímóti Mjølnir, í einum spennandi dysti

Í síðstu viku og um vikuskifti blivu seinastu dystirnir í grundspælinum í bestu donsku flogbóltsdeildini leiktir

Liverpool - Manchester United 7–0: Á pappírinum átti tað at gjørst ein spennandi og javnur dystur millum risarnar í enskum fótbólti, men tað gjørdist ein eyðmýking av søguligum dimensjónum

SÍ - Mjølnir 2-0 (25-20, 27-25)

B71 - Ternan 1-2 (26-24, 25-15)