Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Forbes hevur almannakunngjørt listan yvir ítróttafólk sum tjena mest í 2022. Fleiri fótbóltsleikarar ligga ovarlaga á listanum

Kevin De Bruyne gav Manchester City eitt dreymakvøld frá byrjan til enda

Ajax tryggjaði sær í kvøld meistaraheitið móti Heerenveen við at vinna 5-0

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til EfB Spar Nord Elite Cup, sum verður í Esbjerg frá 23. til 29. mai

Liverpool vann týðandi útidystin móti Aston Villa 2-1 í kvøld og heldur lív í gulldreyminum í Premier League

Manchester City skrivar at semja er fingin við Borussia Dortmund um Erling Braut Haaland sum byrjar í Manchester City 1. juli 2022

Seinasta vikuskiftið tann 07. & 08. mai, skipaði Róðrasamband Føroya fyri innanhýsis venjara 1 skeiði í skúlanum í Kollafirði. 16 luttakarar frá 9 ymiskum feløgum vóru á skeiðnum

Páll Andrasson Klettskarð hevur gjørt nýggja avtalu við KÍ, sum bindur toppskjúttan til og við 2024

Í harðari kapping við Olaf Bárðarson og Mads Boe Mikkelsen gjørdist tað Páll Andrasson Klettskarð, ið fór avstað við heiðurinum sum besti spælari í apríl mánað

Manchester City vann 5-0 móti Newcastle og hevur nú lagt seg á odda við trimum stigum í stríðnum at vinna Premier League

A-landsliðsvenjarin Lars Engell og hjálparvenjarin Kristian Mikkelsen hava í vikuskiftinum úttikið hópin til A-landsliðið hjá kvinnum, sum skal til Íslands komandi vikuskifti at luttaka í finaluumariðinum í CEV-SCA kapping

Vikuskifti 13. – 15. mei skal A-landsliðið hjá monnum í flogbólti luttaka í CEV-SCA finaluumfarið, sum verður í høllini á Hálsi í Havn

Luis Diaz gav Liverpool trúnna um ein sigur, men Tottenham megnaði at standa ímóti til tíðir stóra trýstinum

Brighton hevði tað lætt í dystinum móti Manchester United á Amex Stadium og vann dystin við úrslitinum 4-0

Tað sá leingi út til at nýggi Chelsea-eigarin fór at síggja Chelsea vinna dystin móti Wolverhampton, men í yvirtíðini tryggjaði Conor Coady 2-2 í Premier League

Samstundis sum føroysku menninir leika EM finaluumfar í CEV-SCA kapping í Havn í døgunum 13. – 15. mai, fara føroysku kvinnurnar til Íslands at luttaka í samsvarandi kapping

Eitt konsortium undir leiðslu av amerikanska Todd Boehly verður nýggi eigarin av Chelsea, skrivar The Telegraph. Keypið skal góðkennast av myndugleikunum

Í døgunum 13. – 15. mai er Flogbóltssamband Føroya vertur fyri EM-finaluumfari í CEV-SCA kappingini fyri A-landslið hjá monnum

Nú Tvøroyrar Bóltfelag fyllir 130 ár, verður nógv gjørt burturúr, fyri at hátíðarhalda dagin. Eitt av hesum tiltøkum, er TB-blaðið

Borce Markovski úr Bitola í Norðurmakedónia fer komandi kappingarárið at hava ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðinum á Argjum

Dreymurin um finalu sá leingi út at vera knústur hjá Real Madrid, men so avgjørdi ein ísakaldur Karim Benzema dystin frá brotssparksblettinum

Ikoniska troyggjan hjá Diego Maradona frá HM-kvartfinaluni móti Onglandi í 1986 er í dag seld á auksjón

Væntandi verða eini 45-50 útlendingar úr níggju londum við á stórari UEFA ráðstevnuni, sum FSF verður vertur fyri í døgunum 8. til 12. mai

Liverpool er klárt til finaluna í Champions League eftir 3-2-sigur á Villarreal og 5-2-sigur samanlagt

Bournemouth flutti niður úr Premier League í 2019/20-sesongini

Tað var ein stór løta hjá Lolu at hitta Edinson Cavani eftir dystin móti Brentford

Frá brotsparksblettinum setti Cristiano Ronaldo trygt sítt 18. mál í netið hesa sesongina móti "danskerholdet" Brentford

Um tveir mánaðar verður níggjunda útgávan av Summar Cup hjá B36 á skránni í Gundadali og á Tórsvølli

U17-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í UEFA menningarkappingini. Kortini er venjarin nøgdur við liðavrikið, og ta menning, ið dreingirnir eru farnir ígjøgnum seinastu dagarnar

Hann skal eisini hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum

Hundrað og ein dyst, átjan umfør, tvær kvartfinalur og tvær hálvfinalur seinni eru einans tvey lið eftir. Effo Deildin Sesong 2 hevur víst okkum tað besta, føroyskur esportur hevur at bjóða

Fyrrverandi tennismeistarin Boris Becker skal inn at sita í 2,5 ár av kriminellum viðurskiftum eftir persónligan húsagang. Dómurin varð sagdur í Crown Court Southwark í London

Markus Isaksen gjørdi einasta málið í 1-0 sigrinum á Ný Kaledónia, tá U17-landsliðið við dreingjum hósdagin vann annan dystin í UEFA menningarkappingini í Estlandi

Chelsea hevði mesta spælið úti móti Manchester United, men fekk bert javnleik eftir at Cristiano Ronaldo enn einaferð økti málkontuna

Bretskir miðlar skriva undan dystinum hjá United, at fyribilsvenjarin Ralf Rangnick er um at fáa starvið sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Eysturríki 

Jürgen Klopp hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Liverpool um at leingja samstarvið. Tað váttar felagið í dag

Sølan av Landsliðspakkum til dystirnar í UEFA Nations League hevur gingið væl. Men á midnátt hóskvøldið endar sølan, og frá fríggjadegnum á middegi ber til at keypa atgongumerki til hvønn einstakan dyst

Í dag eru tað 6. flokkar úr øllum landinum, sum leita til Vágs til Skúlafótbólt, sum FC Suðuroy skipar fyri, har Bank Nordik er høvuðsstuðul

Herfyri var FM fyri ung í badminton í høllini á Giljanesi

UEFA hevur framt smávegis broytingar í leikskránni hjá U21-landsliðnum. Fyri Føroyar merkir hetta, at heimadysturin móti Ukraina er framskundaður til 1. juni

Tá ið tveir minuttir vóru leiktir tíðliga í seinna hálvleiki var støðan 2–0 til Liverpool

Nú er greitt, hvussu spælast skal í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, og hvussu liðini møtast í fjórðingsfinalunum hjá monnum

Sjey skoringar, fleiri av teimum spektakulerar, vórðu serveraðar á einum fullsettum Etihad Stadium

Flaggdagsrenning var í Tórshavn í gjár. Ólavur Frederiksen tók fleiri myndir

U17-landsliðið við dreingjum er í hesum døgum til UEFA menningarkapping í Estlandi. Venjarin sær kappingina sum góða fyrireiking til NM og EM, sum eru á skránni seinni í ár

Seinastu 3 umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 23. apríl 2022

Í sætta umfari vann Tyson Fury boksidystin í tungvekt móti Dillian Whyte, sum var á Wembley í kvøld. Áskoðaratalið var yvir 94.000

Ralf Rangnick viðgongur nú at CL-dreymurin hjá Manchester United er brostin eftir tapið í dag móti Arsenal

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í morgun føroyskt met, tá hon á ungarsku meistarastevnuni á langgeil í Debrecen svam 800m frí við tíðini 9:06.88

Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021