Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í morgin, leygadagin 2. mars, verður kappast um norðurlendska meistaraheitið/ Open Nordic Championship í innirógving

Hetta vikuskifti verður árligur norðurlendskur fundur hjá norðurlendsku fimleikasambondunum. Og í ár er fundurin í Føroyum, og Føroya Fimleikasamband er vertur

Fyrrverandi venjarin hjá KÍ, norðmaðurin Magne Hoseth, hevur longu fingið fótin, skrivar DR

Frá 12. til 20. mars fer U17-landsliðið við dreingjum til Gibraltar, har UEFA menningarkapping verður á skránni

Pogba hevur verið suspenderaður síðani septembur 2023. Nú hevur hann fingið langa karantenu sambært italskum miðlum

Stóri blíðskapurin, sum øll í Team SuðurSkot sýndu, vann væl og virðiliga á kuldanum, og kappingarnar gingu væl, hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum rætt og slætt smurdi Luksemburg av og fekk síni fyrstu undankappingarstig yvirhøvur. Liðini hittast aftur á Hálsi sunnudagin, skrivar KVF

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt hópin til EM-undankappingina, sum verður í Turkalandi fyrst í apríl mánað

Nú er greitt, at tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Hon er serliga kend úr Kringvarpinum, har hon eitt nú havt ítróttin undir hond

Jóhanna Fossdalsá var bara 12 ára gomul tá ið hon flutti við familjuni til Danmarkar. Í dag fær føroyski miðvallaleikarin helst sín fyrsta landsdyst á danska landsliðnum

Ein av teimum, sum aftur í ár verður at síggja fram við síðulinjuni í Betrideildini, er Dan Højgaard úr Rituvík. Dan fer nú undir sítt 25. ár sum hjálpardómari í føroyskum fótbólti

Erling Braut Haaland brúkti 40 minuttir í fyrra hálvleiki at skora hat trick í FA-cup dystinum í kvøld móti Luton

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars

Fyrrverandi danski landsliðsleikarin Jon Dahl Tomasson er í dag settur sum venjari hjá svenska landsliðnum

Fyrr í sesongini misti Everton tíggju stig, men nú verður tað bara seks stig

Á seinasta býráðsfundi varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Allan við Rætt og Pól á Sondum, um at skifta restina av gomlu vindeygunum í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði

Í gjár varð fimta og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági, og sostatt er Grand Prix-kappingarárið í borðtennis nú komið at enda, og vinnarar eru funnir og heiðraðir í øllum aldursbólkum

SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst

Fleyr vann Bónuskappingina fyri gentur 19 í einum dysti ímóit Mjølnir, sum ongantíð bleiv rættuliga spennandi

Elsta ítróttafelag í landinum og yngsta flogbóltsfelagið hittust til enn eina finalu í dag. Elsta felagið, TB, vann dystin og Bónuskappingina fyri gentur 14B

Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikara koma úr Sørvági og úr Vágum annars

Hvørki av oddaliðunum í landskappingini í talvi vunnu í dag. Havnar Telvingarfelag styrkti um leiðsluna í oddastríðnum í næstsíðsta umfari í dag. Afturímóti harðnaði stríðið millum aftaru liðini, sum royna at lívbjarga sær í deildini

Dómararnir, hjálpardómarar og dómara eygleiðararnir løgdu um vikuskiftið seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sum fer av bakkastokki um tvær vikur

Virgil van Dijk fekk mál annullerað í vanligu leiktíðini, men í 118. minutti stútaði hann bóltin í netið sum gav 1-0-sigur á Chelsea í Carabao-finaluni á Wembley

Leygardagin 23. februar 2024 vóru ávikavist 2 dystir í A-bólkinum og 3 dystir í B-bólkinum í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali

 

Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg

U16 genturnar hjá Fleyr tóku fyrsta gullið til Havnar í Bónuskappingini

U16 dreingirnir hjá SÍ tóku annað gullið til Sørvágs í kvøld, tá teir sannførandi funnu 2-0 á ÍF

Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í dag hava føroysku rógvararnir kappast á 500 m

U19 dreingirnir hjá SÍ vunnu fyrsta gullið í Bónuskappingini í flogbólti. Sì vann 2-1 á ÍF

Undan Bónus-steypafinaluni hjá monnum: Leygardagin 24. februar kl. 19:00 í Høllini á Hálsi: SÍ – Mjølnir

Undan Bónus-steypafinaluni hjá kvinnum: Leygardagin 24. februar kl. 16:00 í Høllini á Hálsi: Fleyr – Dráttur

 

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt fyri steypavinnarunum

Skráin fyri EM-undankappingina fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 13:00

Thomas Tuchel gevst í týska stórfelagnum í summar - eitt ár fyrr enn sáttmálin sigur

8 ára gamli Ashwath Kaushik úr India skrivaði seg sunnudagin inn í talvsøgubøkurnar

Manchester United váttar nú at bretin Sir Jim Ratcliffe gjøgnum Trawlers Limited hevur fullført keypið av 27,7 prosentum av partabrøvunum í felagnum

Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri

Leygardagin 17. februar skipaði Badmintonsambandið fyri FM fyri lið í Klaksvík

Tað verður Fríði Mohr Jacobsen av Toftum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini

Tá ársins stórsteypadystir í fótbólti verða spældir fyrst í mars mánaði, verður tað Berin, sum hjálpir bæði børnum og foreldrum at handfara sorg, ið fær ágóðan

- Er svimjing við at lyfta happing upp í nýggjar hæddir, ella er hetta eindømi, ella bara enn eitt dømi um antisemitismu?

Crystal Palace vitjaði á Goodison Park í kvøld, har Everton tók ímóti. Tað var tó uttan 76 ára gamla venjaran, Roy Hodgson, ið “The Eagles” endaðu samstarvið við fyrr í dag

Nikkel Petersen noyðist heim, áðrenn kappingin byrjar, men Jógvan Niclasen, ið var liðleiðari, fer at skjóta í staðin

Dan Ashworth er givin sum sportsstjóri í Newcastle

Um vikuskiftið var stóra steypafinalu-vikuskiftið hjá Hondbóltssambandinum, og aftur í ár var Eydnudeildin við. Eydnudeildin varð sett á stovn í Føroyum skírishósdag fyri 6 árum síðan, og nú hevur Eydnudeildin heili 3 lið í Føroyum

Hóskvøldið 22. februar verður spennandi fyrilestur um, hvussu vit skapa trygg ítróttaumhvørvi fyri børn og ung í Føroyum

Tað verður navnframi svimjarin, Pál Vitalis Joensen, sum frameftir fer at samskipa arbeiðið hjá Antidoping Føroyum. Hann tekur við eftir Jarvin Feilberg Hansen og fer at halda fram við arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði í dag.

Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr í dag, men tað eydnaðist ikki