Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dystaskráin fyri UEFA Nations League kappingina 2022/2023 er nú klár. Føroyar byrja á útivøli leygardagin 4. juni móti Turkalandi

Føroyar komu í bólk saman við Litava, Luksemborg og Turkalandi í komandi UEFA Nations League kapping, sum er á skránni komandi ár

Leygardagin eru PL-dystirnir West Ham – Norwich, Watford – Crystal Palace og Southampton – Brentford útsettir av koronasmittu

Eftir drúgva viðgerð hevur nevndin í Flogbóltsambandi Føroya gjørt av, at A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu luttaka í stóru EuroVolley kvalifikatiónskappingunum hjá CEV

Leygarkvøldið klokkan 20:00 sendir Televarpið fótbóltssending á Rás 1

Mjølnir tapti sín fyrsta dyst eftir fimm-settara ímóti Fleyr: 2-3 (25-19, 27-29, 22-25, 25-12, 13-15)

Liðskiparin á A-landsliðnum við monnum, Hallur Hansson vónar, at Føroyar koma í bólk saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava í komandi UEFA Nations League kapping

07 Vestur og Ronni Møller-Iversen hava undirskrivað sáttmála og Ronni flytir sostatt vestur at spæla. Magnus Powell ger nakrar broytingar á liðinum, og, við Ronni Møller-Iversen, er hol komið á, sigur 07 Vestur

Endamálið er at seta sjóneyðkuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, sum virka í føroyska ítróttaheiminum – í ítróttafeløgunum og sambondunum

- Stoyt fer at leggja serligan dent á olympiska vektlyfting, vanliga bara nevnd vektlyfting, har ið føroyingar longu fleiri ferðir hava víst sínar dygdir

Stórur spenningur, bæði hjá kvinnum og monnum eftir dystirnar í dag

Ætlanin er at byggja fleiri fjós

Í gjár var tiltak har tey bestu innan fótbólt í farna kappingarárinum vórðu heiðrað fyri síni avrik

Við sjey gull, fýra silvur og einari bronsu gjørdist Havnar Bóltfelag mest vinnandi felag í 2021. KÍ vann fimm gull, fimm silvur og eina bronsu

Í gjár vóru mótstøðuliðini hjá føroysku U17 og U19 landsliðunum við gentum í EM undankappingunum komandi ár funnin við lutakasti

Lagt verður fyri á middegi, og klokkan fer helst at tátta væl í 8 á kvøldi, áðrenn seinasti bólturin er smekkaður í gólvið

- Nú kemur ein í Hoyvík, siga teir

Venjarafelag Føroya hevur nú kunngjørt hvør er ársins venjari 2021, kosin av limunum

Lyftararnir eru annars í sokallaðari tungari venjing, sum merkir, at teirra venjingarskrá er løgd til rættis eftir kapping, ið liggur longur frammi

Farna vikuskifti var badmintonkapping í Klaksvík fyri børn, ung og vaksin

Var bert ein hundraðpart frá gullinum

Føroyska liðið vann átta dystir og spældi ein javnan

Føroyar standa á gáttini at vinna smálandakappingina í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Nú restar heilt lítið í

Kappast verður eftir reglunum hjá altjóða vektlyftarasambandinum IWF. Vinnararnir av kappingunum verða funnir eftir Sinclair-stigum, tvs tvørtur um vektbólkar

Eftir 15 ár í Manchester United - bæði sum leikari og venjari - gevst Michael Carrick

- Álopsinnaði vinstri bakkurin kann eisini spæla sum vinstri vongur og hevur sostatt fleiri dygdir

Tað endaði 4-0 til Føroyar, tá toppur og botnur møttust í sjeynda umfari í smálandakappingini í talvi á Malta

Tað verður 44 ára gamli, Eiler Rasmussen, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 16:00

Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi suðuri á Malta

Beinir Kristiansen er ikki ókendur innan føroyskan flogbólt

Avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta verður seinnapartin millum Føroyar og Monako

Umleið 60 venjarar nýttu høvið at taka lut á skeiðnum hjá roynda danska venjaranum Troels Bech, sum FSF skipaði fyri seinasta leygardag

Føroyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta

Føroyska talvlandsliðið vann eisini dystin í triðja umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin. Dysturin móti Liktinstein endaði 3-1 til Føroyar

Føroyska talvlandsliðið gjørdi ein ordans vørr í smálandakappingini á Malta fyrrapartin. Føroyar vunnnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Luksemburg hevur tvær ferðir vunnið smálandakappingina

Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing og kom heim aftur við fleiri heiðursmerkjum

Føroyska talvlandsliðið vann toppdystin móti Andorra í fyrsta umfari í kappingini millum smátjóðir í Evropa

Norðurlendska sambandið gjørdi ikki mætari enn einmælt at samtykkja eina prinsipiella tilsøgn

Føroyar og Andorra bresta saman í fyrsta umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin

Venjarin hjá B36, Dan Brimsvík hevur góðar vónir undan seinnu hálvfinaluni móti Víkingi. Ein dystur, sum B36 má og skal vinna, um teir skulu røkka finaluplássinum

Fyrsta talvið í HM dystinum ímillum norska heimsmeistaran Magnus Carlsen og russaran Ian Nepo varð telvað í dag. Tað endaði við remi eftir 45 leikum

- Hetta minniliga snotuliga 8-mannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði oyndfirðingum, og sum veruliga gjørdi um seg frá 1975 og langt upp í 1980-árini

Nina Meinke úr Týsklandi hevur bjóðað av

Ivi verður av summum viðmerkjarum sáddur um, hvørt rætt var, at Ronaldo kom aftur til Manchester United í tí skirvisliga forfatningi liðið er í, men ein av heimsins bestu leikarum skorar avgerandi mál fyri liðið

- So spurningurin er: Tora tit, spyr manningin á Klaksvíkingi, sum vil hava fleiri at kappast við enn í ár

Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið suðuri á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr liggur á odda í FM liðkappingini, nú 6 av tilsamans 14 umførum eru leikt

Samanlagt vunnu H71-kvinnurnar 65-57 á triðbesta liðnum í Sveits, Spono Eagles, ið gamaní vann tepurt í seinna dystinum, men ongantíð var í nánd av samlaða sigrinum eftir tíggjumálssigurin hjá H71 í gjár

Alireza Firouzja hevur verið flúgvandi innan telving í ár. Seinastu dagarnar hevur hann vunnið 8 av 9 møguligum stigum í European Team Chess Championship

Tað gongur javnt á í fremstu deildini í landskappingini í talvi. Útsettu dystirnir í 1. deild vóru í gjár. Oddaliðini skiftast um leiðsluna. Fyrst var Sandavágur á odda, síðani klaksvíkingar, og nú havnarmenn