Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kappingarárið 2021/2022 í føroyskum borðtennis fór av bakkastokki sunnudagin 3. oktober, tá ið kappast varð í høllini í Trongisvági

Havnin var karmur um FM í Býarsúkklingini 2021

Í dag var sjøtil settur á landskappingina í talvi fyri feløg. Tíggju umfør eru í alt. Fimm fyri jól, og hini fimm eftir nýggjár. Landskappingin endar síðst í mars, tá føroyameistarin 2022 verður kosin

Tað gjørdist eitt satt drama í dystinum millum Liverpool og Manchester City. Bæði toppliðini leiktu fótbólt í heimsklassa og skaptu besta dyst higartil hesa sesongina í Premier League

Heri Hjalt Mohr úr HB hevur givið avboð til komandi A-landsdystir. Í hansara stað hevur venjarin úttikið Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ

Hannes Agnarsson úr B36 er úttikin til landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi. Hannes avloysir Daniel Johansen, ið orsaka av skaða hevur givið avboð

Zlatan brúkar ikki sólbrillur fyri at verja eyguni móti sólini. Zlatan brúkar sólbrillur fyri at verja sólina móti sínum eygum

Men støddfrøðin argar framvegis. Tí vóru ongar rakettir sendar upp í Klaksvík í kvøld

Cristiano Ronaldo leikti sín dyst nummar 200 í Premier League, men tað var Andros Townsend sum hevði mest at feira tá Everton fekk javnleik móti Manchester United á Old Trafford

Talan var um inniróður og her eru úrslitini

Andreas Lava Olsen hevur givið avboð til landsdystirnar móti Eysturríki og Skotlandi. Í staðin hevur venjarin sent boð eftir John Frederiksen. Harafturat er Daniel Johansen eisini úttikin til komandi dystir

Ronaldo dukaði bóltin í málið, reiv troyggjuna av sær og rópti av gleði eftir at hava avgjørt dystin fyri Manchester United – sum hevði stórar trupulleikar móti Villarreal

Leygardagin 25. september var KSS Open doblekapping í Klaksvík. Myndur og úrslit

Leygardagin 27. november verður skipað fyri Impulsskeiði við roynda danska venjaranum, Troels Bech. Skeiðið er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi, og telur 7 impulstímar til dagføring av próvnum

Gianluigi Donnarumma bjargaði øllum, meðan Lionel Messi stovnaði málkontuna í PSG á undurfullan hátt og tryggjaði sigurin í Champions League móti Manchester City

Hetta er kapping millum fólk ið íðka fitness og body-building

Hvørki Luke Shaw ella Harry Maguire vóru til seinastu venjingina hjá Manchester United undan CL-dystinum móti Villareal

Í gjár gjørdu Tórshavnar kommuna og fótbóltsfelagið FC Hoyvík avtalu um, at Tórshavnar kommuna pr. 1. oktober 2021 yvirtekur sonevnda FRAM-húsið á Gundadalsvegnum 8

Við 3-1 sigri á KÍ, eydnaðist tað sunnukvøldið U15-dreingjunum hjá HB at vinna Cadburysteypið 2021

Mánadagin klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, í samband við landsliðsúttøkurnar av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum

Í kvøld tryggjaði Brentford sær eitt stig heima móti Liverpool – í einum dysti har liðini ikki góvust at herja fyrr enn tey bæði høvdu skorað trý mál

Innkomna peningaupphæddin í ár var 1,13 milliónir krónur

Í yvirtíðini kundi Bruno Fernandes bjarga Manchester United eitt stig, men brotssparkið fór fleiri metrar uppum

Vikuskiftið 18.-19. september var 1. umfar av Grand Prix í badminton (single/einmansleikir) leikt í Badmintonhøllini í Havn

Í bæði dystinum hjá Chelsea og Tottenham var neyðugt við brotsspørkum fyri at koma víðari til fjórða umfar í Carabao

- Felagsskapurin er eitt av aðalendamálunum við ítróttinum, og tí fer ÍSF nú at styrkja enn meira um breiddarítróttin. Í hesum sambandi hava vit sett Katrina á Neystabø í starv, og hon fer at standa fyri hesi uppgávuni, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF

World Archery Championships – HM í bogaskjóting verður hesa vikuna skotið í Yankton, South Dakota, USA. Føroyar hava tríggjar compound skjúttar við í kappingini

Í dag vann KÍ “bert” 4-0 í heimadystinum móti 07 Vestur. Klaksvíkingar hava nú 62 stig eftir 22 umfør

Lingard var stóri syndarin tá ið United tapti 1–2 móti Young Boys í Champions League fyrr í vikuni, men í dystinum í dag móti West Ham fekk Lingard uppreisn og gjørdist matchvinnari

Seks føroyskir vektlyftarar, tvær kvinnur og fýra menn, luttaka leygar- og sunnudagin í DM, donsku meistarastevnuni á Østerbro í Keypmannahavn. Byrjan báðar dagar kl 10 (fo) og 11 (dk)

Tað var eingin ivi, at yvirmaktin vitjaði á Tórsvølli í kvøld

Vøllurin varð handaður nú seinnapartin. Síðan ovari vøllur varð skiftur í juni og okkara tjóðarleikvøllur Tórsvøllur endaliga varð tikin í nýtslu til heimadystirnar hjá landsliðnum herfyri, so hava vit bara bíðað eftir niðara vølli

Lingard legði bóltin fyri føturnar á Jordan Siebatcheu úr Young Boys sum síðani setti bóltin trygt í United-málið til endaligu støðuna 2-1

Í farnu viku var føroyska U17-landsliðið við dreingjum í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir. Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap

Ítróttafeløg hava nú fingið 3,5 mió. endurgoldið av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 tíðarskeiðið 1. juli 2020 til 31. mai 2021. Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2

Hugtakið Everesting snýr seg um at súkkla eina brekku umaftur og umaftur til tú hevur klárað 8.848 metrar, sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum

- Limatalið er nú 60 leikarar, fordeilt yvir trý lið. Menninir hava tvey 11 mans lið, hvar tað eina spælur um uppflyting til seriu 4, og hitt hevur longu nú tryggjað sær uppflyting til seriu 5

Komandi fríggjadag verða ársins fyrstu steypafinalur á skránni. Klokkan 17:30 spæla U17 Dreingir, og klokkan 20:15 fara U21 á vøllin. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli

Í sambandi við mentunardagarnar í Sunda Kommunu, verður skipa fyri almennum kortspæli

Føroyar vunnu eitt heiðursmerki í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum hevur verið á Hotel Føroyum um vikuskiftið

At FM gullið í mansfótbólti í ár endar í Klaksvík er eingin ivi um. KÍ tykist at vera flúgvandi og í dag setti liðið málmet. Við 5-0 sigrinum á B68 er KÍ komið uppá 83 vunnin mál í hesum kappingarárinum og tað er met, hóast seks umfør eru eftir at leika

Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag stóð seg best av føroysku telvarunum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar í gjár

Bretska Emma Raducanu, 18 ára gomul, var mett sum nummar 338 í heiminum fyri ellivu vikum síðani. Í kvøld vann hon US Open

Hetta er fyrstu ferð í tíðina hjá Kane í Premier League, at hann hevur verið so ófarligur frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðnum, skrivar statistikmiðilin OptaJoe á Twitter

Odsonne Édouard debuteraði við tveimum málum, tá ið Crystal Palace bukaði Tottenham av 3-0

Cristiano Ronaldo vísti seg beinanvegin fram í returinum til Manchester United við tveimum skoringum móti Newcastle

- Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið

Á tíðindafundi undan dystinum millum Manchester United og Newcastle, váttar Ole Gunnar Solskjær, at Ronaldo fær leiktíð í dystinum leygardagin

Í morgun var norðurlandameistaraskapið í telving fyri børn og ung skotið í gongd á Hotel Føroyum. Tað var varaborgarstjórin, Annfinn Brekkstein, sum tók ímóti og setti kappingina

Í morgin fríggjadagin 10. september byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi