Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vikuskiftið 9. og 10. mars verður sjøtul settur á Betri Deildina hjá monnum. Kappingin endar leygardagin 26. oktober, og eina viku seinni er steypafinalan á skránni

Men kortini so var tað Liverpool sum fór úr London við billettini til næsta umfar í FA Cup

Brasilska fólki fær tríggjar dagar at syrgja Mario Zagallo, sum andaðist fríggjadagin 92 ára gamal

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi - Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag

Fleiri bretskir miðlar skrivaðu í gjárkvøldið at enski miðvallaleikarin Jordan Henderson vil sleppa úr aftur Saudi-Arabia og Al Ettifaq

Bónus kappingin fyri kvinnur varð í dag serva í gongd høllini á Giljanesi, har tvey tey bestu liðini higartil í landskappingini - Dráttur og Fleyr - hittust. Talan var um dysti í bólki 2 í kappingini.

Føroyska álopsspælið var gott, men verjuspælið sat ikki akkurát sum tað skuldi, segði Hákun West av Teigum, eftir at Føroyar vunnu við 10 málum ímóti Belgia (Mynd: KVF)

Sambært analýsufelagnum CIES er Jude Bellingham nú heimsins virðismiklasti spælari. Rasmus Højlund er í topp-50

Erik ten Hag váttaði á tíðindafundi í kvøld, at Aaron Wan-Bissaka, Victor Lindelöf og Hannibal Mejbri hava longt sáttmálan við felagið

Andrass Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í Hondbóltssambandi Føroya

Tá ið Royal Run verður í fimm donskum býum í mai í ár, verður tað ikki við krúnprinsinum á odda, men við Fríðrikki kongi á odda

Eftir bara tveir sigrar í 15 dystir hevur Wayne Rooney fingið fótin í Birmingham City

2-1 sigurin hjá Fullham í dag ger at Arsenal fer inn í nýggja árið á einum fjórða plássi á stigatalvuni í Premier League

Tað verður ikki nógv at hátíðarhalda á nýggjárinum hjá monnunum hjá ten Hag, sum einans kunnu ynskja sær eitt frægari 2024 enn 2023 hevur verið

Kappast var í øllum aldursbólkum, og nógvir spennandi dystir og ikki minst spennandi kappingar hava verið hesar báðar dagarnar

Russisku telvararnir Ian Nepomniachtchi og Daniil Dubov fingu í dag revsing fyri avtalað spæl undir HM í snartalvi

Á eykaaðalfundinum hjá felgnum í gjárkvøldið var á skránni umskipan av eigaraviðurskiftunum í HB-húsinum, og samtykti fundurin einmælt at gera eitt ognarfelag, sum skal eiga og reka HB-húsið

Meðan Jack Grealish spældi dyst móti Everton í gjár, herjaðu tjóvar í marglætis húsinum hjá honum og tóku ur og smúkkur fyri 1 millión pund - um 8,5 milliónir krónur

West Ham tók ein 2-0 sigur úti móti Arsenal og gjørdi at heimaliðið verður verandi á einum 2. plássi, tvey stig undir toppliðnum Liverpool

Everton fór til hálvleik við eini 1-0-leiðslu men skjótt inn í seinna hálvleik vendi Manchester City gongdini við eini kanónkúlu hjá Phil Foden

Fyrrverandi boksarin og europameistarin Tom Bogs er deyður, 79 ára gamal

Teir vórðu eyðmýktir í fyrra hálvleiki, men so í seinna hálvleiki komu menninir hjá ten Hag út á vøllin sum eitt fýrverk og vendu gongdini frá 0-2 til 3-2

Fyrrverandi Newcastle-leikarin Chris Wood skoraði øll trý málini hjá Nottingham Forest í dystinum móti Newcastle

Bretski milliardingurin Jim Ratcliffe og firma hansara Ineos hava keypt 25 prosent av Manchester United

Kostas Tsimikas, Liverpool, mátti fara av vøllinum í fyrra hálvleiki í dystinum móti Arsenal, eftir at hann stoytti saman við Klopp

Markus Hellisdal verður partur av toyminum á Skála Ítróttarfelag komandi kappingarár

- Nevndin hevur úttikið juniorrógvarar, sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar, har kappast verður um danmarksmeistaraheitið í innirógving

- Tað var ein góður dagur, hósdagurin tann 21. december, tá Sandoyartunnilin lat upp. Dagurin, tá vit saman við næstan 2000 fólkum kundu renna ella ganga av Gomlurætt til Sands

- Tórshavnar kommuna er til reiðar at taka ímóti Oyggjaleikunum, sum verða í Føroyum 2027. Kommunan hevur umstøður til at kalla allan ítrótt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Á Guernsey í summar, varð avgjørt, at Oyggjaleikirnir 2031 skuldu vera í Føroyum. Leikirnir 2027 skuldu eftir ætlan vera á Ynis Môn, men av serligum orsøkum hevur Ynis Môn trekt seg

Super League vann í ES-dómstólinum – og ætlanin er longu klár til nýggju kappingina fyri stórfeløg í Europa. Og sjónvarpshyggjarar skulu einki gjalda

Avtala er gjørd millum Fróðskaparsetur Føroya og Við Tjarnir um stovnan og rakstur av kropsligari royndarstovu í nýggju stórhøllini í Hoyvík, sum sambært Tórshavnar kommunu skal vera liðugt bygd um eitt gott ár

Í dag varð navnið á nýggju stórhøllini avdúkað. Stórhøllin eitur Við Tjarnir. Navnið varð avdúkað á samkomu seinnapartin

Erling Braut Haaland er í kvøld kosin ársins ítróttafólk í øllum heiminum av BBC

Steve Cooper er liðugur sum venjari hjá Nottingham Forest

Málið varð skorað í 20. umfari, tá B68 vann 1-0 á útivølli móti 07 Vestur. Tá talt var saman, hevði Esmar Clementsen fingið ein triðing av atkvøðunum

Mikudagin 20. des. kl. 13 verður nýggja navnið á stórhøllini avdúkað og eisini samleikin. Samstundis verður eisini nýggja heimasíðan hjá høllini tikin í brúk

Um vikuskiftið vóru fjórðingsfinalur í donsku steypakappingunum fyri kvinnur og menn í donskum flogbólti

Á aðalfundinum hjá EB/Streymi í kvøld boðaði formaðurin Jógvan í Skorini frá, at hann ikki tók við afturvali. Rógvi Egilstoft varð á fundinum valdur til nýggjan formann í EB/Streymi

Nicolai Dohn er dani og kemur frá býnum Hammel í Jútlandi. Hann hevur áður spælt við Skive IK, Nykøbing FC og AC Horsens

Heini Viðoy er góðkendur sum FIFA dómari, og Jógvan Breckmann er góðkendur hjálpardómari. Føroyar hava nú tveir FIFA dómarar, og fýra altjóða hjálpardómarar

Í dag hevur lutakast verið í sambandi við áttandaparts finalurnar í Champions League

Bæði Rasmus Højlund og Luis Diaz kundu avgjørt dystin á Anfield

- Við 3-1 sigri á KÍF tók Fleyr í dag annaðplássið aftur frá SÍ, sum nú er tvey stig aftanfyri Fleyr og hevur eisini spælt ein dyst fleiri

Luton-leikarin Tom Lockyer tørvaði akutta hjálp í Premier League-dystinum í dag móti Bournemouth

KÍ tapti 3-0 fyri Lille í síðsta Conference League-dystinum í ár (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Týsdagin 26. mars møtast Danmark og Føroyar í venjingardysti á Brøndby Stadion. Talan er um seinna av tveimum venjingardystum, sum føroyska manslandsliðið skal spæla í mars mánaða

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening, so ein skilaveggur, ið til ber at flyta, kann setast upp í Høllini á Hálsi

Dráttur vann styrkiroyndina ímóti einum av høvuðsavbjóðarunum til FM-finalurnar, SÍ, men tað var so tepurt, sum tað kundi vera: 16-14 í fimta setti

Fyri føroysku flogbóltskvinnurnar gjørdist lutakasti í Evropa League í 2024, har kvinnurnar luttaka í Silver League, eitt sindir av einum vónbrotið - tó við spennandi glottum