Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um Manchester United gevur Erik ten Hag fótin, kostar tað felagnum yvir 15 milliónir pund, sum svarar til yvir 125 milliónir krónur

Fyrsta innandura bogaskjótikappingin hesa vetrarhálvuna var í Havn um vikuskiftið. Tað var spenningur í øllum fýra bólkunum

Eingin heilt greiður favorittur sæst eftir fyrstu trý umførini í smálandakappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa suðuri á Jersey

Hetta er áttandu ferð at Messi vinnur Gullbóltin

Størsti heiðurin ein fótbóltsleikari fær, Ballon D'or, verður handaður í París klokkan 18 í kvøld. Verður tað Haaland sum fær Gullbóltin í ár?

- Framgongdin hjá føroyskari olympiskari vektlyfting heldur áfram

Ein hópur av landsliðsleikarum í badminton fer í næstum til Malta at umboða Føroyar í smálandakapping. Hetta er fyrstu ferð, at slík smálandakapping verður fyriskipa í badminton

Tað er lagt upp til spennandi talvkapping á Jersey. Har fara komandi dagarnar tíggju lið úr smátjóðum í Evropa at kappast í sonevndu Small Nations kappingini fyri talvlandslið

Tað verður einn sannur fagnaðardagur sunnudagin, tá KÍ skal spæla seinasta dystin í hesum kappingarárinum. KÍ skipar nevniliga fyri stórum ókeypis tiltaki

Fantastiska KÍ-liðið skrivaði enn einaferð føroyska fótbóltssøgu, tá liðið smurdi slovenska Olimpija Ljubljana av 3-0 í Conference League-bólkaspælinum, skrivar KVF

Fríggjadagin klokkan 14 skal føroyska kvinnulandsliðið aftur á vøllin, tá Aserbadjan vitjar í UEFA Nations League dysti á Djúpumýru í Klaksvík

Ungu kvinnurnar fóru avstað við Atlantsflog tíðliga í morgun

Norðurlendska meistaraheitið í vektlyfting verður hildið í Landskrona um vikuskiftið. Fýra føroyingar taka lut, og útlit eru fyri heiðursmerkjum

Í døgunum 27. - 29. oktober leikar U20 landsliðið hjá monnum CEV-undankapping í Rovaniemi í Finnlandi

The Telegraph skrivar fyrrapartin í dag at Everton kann missa tólv stig við at hava brotið Financial Fair Play (FFP)

Alejandro Garnacho vísti ikki sportsligan atburð beint áðrenn brotssparkið skuldi skjótast í CL-dystinum í gjárkvøldið millum Manchester United og FC København

Borðtennissamband Føroya hevur sett nýggjan ungdómslandsliðsvenjara. Talan er um Hall Thorsteinsson

Manchester United var buað út til hálvleik av egnum stuðlum móti FC København. Men so bjargaðu teir útskeldaðu liðnum til sigur

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at síðsta umfar í Betri Deildini hjá monnum verður spælt sunnudagin 29. oktober klokkan 15:00. Seinasta umfar í 1. deild verður spælt leygardagin

- Greipuvinnararnir úr SÍ hava mist leikarar og síggja veikar út, ímeðan tað er líkt til, at Dráttur við nýggjum venjaratoymi, har annar leikar á liðnum, endiliga hevur funnið lykilin til styrki og sigur.

Føroya Tele-deildin, menn: Fimmfaldu føroyameistararnir úr Mjølni taptu leygardagin í fimmsettara ímóti ÍF, og saman við SÍ liggja tey øll trý jøvn í stigum ovast á stigatalvuni

Nú 10 ár eftir at samstarvið bleiv skipað, fara feløgini tó aftur at skipað egin kvinnulið í bestu deildini til komandi kappingarár

Fróði Benjaminsen hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia frá 3. til 9. november

Svimjisambandið hevur góðtikið nýggja felagið, skrivar KvF

 

Fótbólts-legendan Sir Bobby Charlton er deyður, 86 ára gamal, skrivar Sky News

Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið hin 19. oktober 2023 at góðkenna Svimjifelagið Hellifoss í Kvívík sum lim í Svimjisambandi Føroya, og hevur Svimjisambandið tí nú 7 virkin feløg

Barcelona fer at hava eina serliga rock and roll troyggju til El Clasico tann 28. oktobur

Jadon Sancho verður ikki við á felagsmyndini hjá Manchester United í ár. Tað skrivar Manchester Evening News

U19-landsliðið við dreingjum tapti báðar dystirnar á venjingarleguni, sum farnu dagarnar hevur Pinatar í Spania

Føroyska U21-landsliðið vann ein tepran, men samstundis tryggan 1-0 sigur á Andorra. Einsamalla málið í dystinum skoraði Olaf Bárðarson tá hálvur tími var spældur

Føroyska U21-landsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Andorra, sum verður Estadio Nacional í Andorra La Vella í kvøld klokkan 19:00

Sambært belgiskum miðlum eru tveir sviar skotnir í Brússel, og verða drápini váttað av løgregluni

Nýggir avbjóðarar til finaluplássini tykjast serliga at vera TB og Mjølnir, men kappingin er ung enn

Mennirnir úr Vestmanna hava tryggjað sær víðari luttøku í European Cup eftir ein eitt-málssigur í gjár og tvey-máls sigur í dag á Handball Esch úr Luksemborg

Føroyar stóðu seg væl í dystinum ímóti Kekkia hóast stórt trýst

Eitt sindur óheppið brotsspark - Oddmar skal verja fyri skoti og fær bóltin á armin og kekkar skora í dømdum brotssparki

Vóru á odda í steðginum, men tá avtornaði vann íslendska kvinnulandsliðið á føroyska við fimm málum

Tað eydnaðist VÍF at knógva Handball Esch í Luksemborg í kvøld

Tað er ikki bara hjá Føroyum at tað gongst strilti í europeisku undankappingini

Håkan Ericson hevur úttikið Magnus Egilsson úr B36 til landsdystin móti Kekkia. Magnus avloysir Hørð Askham, ið er leikbannaður

StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kappingarárárið. Hann fer til verka beinanvegin

Dysturin var ikki gamal, gingu nakrir fáir minuttir, so hevði Pólland lagt seg á odda í dystinum móti Føroyum

Håkan Ericson hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Póllandi klokkan 19:45

Aksel V. Johannesen heitir á partarnar um at viðgera málið í samgonguni og ikki í miðlunum

Í kvøld klokkan 19:45 spæla Føroyar og Pólland EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Fýra ferðir áður hava vit møtt Póllandi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti

Aston Villa-profilurin Alisha Lehmann sigur í podvarpi, at ónavngivin fótbóltsstjørna bjóðaði 750.000 krónur fyri eina nátt saman við sær

Tríggjar dagar eftir at hann var liðugur sum venjari í MLS-felagnum DC United, flytur Wayne Rooney aftur til Onglands

U17/U18 landsliðini fyri gentir og dreingir í flogbólti eru úttikið. Landsliðini skulu til kapping í døgunum 16. - 18. oktober

– Tú mást lurta eftir tær sjálvum og siga stopp røttu løtuna

Við frálíkum útsýni í góðveðrinum sunnudagin yvir Trongisvágsfjørð úr stásiliga Salt-bygninginum við Krambatanga í Øravíkarlíð hevði nýggja talvfelagið í Suðuroy sín fyrsta dyst í landskappingini