Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttarsamband Føroya: ÍSF hevur seinastu seks árini verið í eini menningartilgongd, sum var góðtikin og samtykt av aðalfundinum í vikuskiftinum. Starvsnevndin og umsitingin hevur saman við sambondunum arbeitt miðvíst við strategisku ætlanini seinasta árið.

- Hetta er ein stórur dagur, har vit í felag taka saman hendur um føroyskan ítrótt, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

4 strategisk átøk
Strategiin hjá ÍSF fram til 2026 snýr seg um 4 átøk, sum sambondini í felag skulu taka sær av og so ein røð av átøkum savnaði undir einum, sum umsitingin hjá ÍSF tekur sær av. Felagsátøkini eru hesi:

  1. Øll skulu við

  2. Styrkja úrvalsumhvørvini

  3. Fjálga um sjálvboðin

  4. Ítróttagleði fyrst og fremst

Ein strategi ment í felag
Øll sambondini hjá ÍSF vóru boðin við í arbeiðið at menna strategiina. Fíggjarliga og fyrisitingarliga orkan er ymisk og tí fer eisini at vera munur á, hvussu langt sambondini hvør í sínum lagi røkka, áðrenn 2026. Tað verður virt og góðtikið. Tað sum hevur týdning er, at ein strategi er ment í felag, sum veruliga kann gera mun fyri føroyingar og føroyskan ítrótt.

- Sum forseti í ÍSF hevur tað verið ein heiður at standa á odda fyri hesum arbeiðnum. Vit hava verið ósamd og vit hava verið heit, men vit hava altíð strembað eftir semjuni. Eg tori at siga, at vit øll fegnast um úrslitið og kósina, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Strategiin hjá ÍSF 2022-2026 kann heintast her.

Sitandi forseti afturvaldur
Á aðalfundinum bleiv Elin Heðinsdóttir Joensen afturvald sum forseti í ÍSF. Nevndarval var eisini á skránni til aðalfundin, men bleiv nevndarvalið útsett til eykaaðalfund seinni í summar.

Í samband við aðalfundin fingu Jógvan Magnus “Eggaba” Andreasen (BSKF), Gunn Ellefsen (HSF) og Ingi Samuelsen (Umboð fyri menningarsambondini í ÍSF) handað gullnál ÍSF.

Ársfrágreiðingin hjá ÍSF kann heintast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo