Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein streyka er fiktiv. Endamálið er at opinbera fyri samfelagnum, hvør avleiðingin er, um tað einaferð fer at mangla arbeiðskraft á økinum.

Um tað hendir, so koma vit í eina støðu, sum tó ikki er fiktiv og ikki kann steðga við eini sáttmálasemju, nei ikki ein gong við lóg. Vit koma spakuliga í hana. Og tó. Tað kann henda knappliga, um sjúkrarøktarfrøðingar siga størvini frá sær og velja annað slag av arbeiði framum.

So kann man kanska gita, at tvætl, hetta fer jú ikki at henda. Men veruleikin er, at tað er longu í ferð við at henda. Tað merkist fyrst í eldraøkinum. Problemið fer at gerast ein skandala, og tað fer at ota seg nærri og nærri øllum seingjardeildum eisini.

Sjúkrarøktarfrøðingar skulu altíð vera knívskarpir til at forútsíggja, fyribyrgja, miðla og viðgera lívshættisligar gongdir hjá sjúklinginum. Tær skulu arbeiða onnurhvør jól og annaðhvørt nýggjár. Nátt sum dag, og tað í einum sáttmála, sum ikki loyvir einum brøki hægri enn 0,9. Tað vil siga, at ein sjrf ongantíð kann setast í fulla tíð. Nógv tær flestu arbeiða tó minni brøkar, 0,8 og 0,7 er nokk mest vanligt. Og tað merkir, at sáttmálalønin eisini má gangast við 0,8, ella tí brøki, sum arbeitt verður eftir.

Men hóast brøkurin minkar, so minkar onki krav sum náttarvaktir, jólavaktir og nýggjársvaktir. Og tað er líkamikið, um hon eigur smá børn ella ikki. Júst sum hjá sjómonnum.

Hesi arbeiðsforhold hava longu víst seg at vera styggjandi. Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar velja hægri útbúgving fyri at sleppa undan skiftisvaktunum, og summi rýma heilt úr fakinum.

Vit ganga tískil skjótt ímóti eini tíð, har tað, sum henda streyka skal forútsiga, er hent. Tað verður gerandisdagur. Og í tí gongdini accelererar trupulleikin, tí jú færri hendur eru, jú verri umdømi fær fakið, og færri koma til, og skjótari verða handkløðini kastað í ringin.

Sjúkrarøkt er professionel.
Tað krevur holla og neyva vitan.
Tað krevur fysiska styrki.
Tað krevur sálarliga styrki.
Tað krevur mentala styrki.
Tað krevur úthaldni, sum fer yvir øll vanlig mørk.
Tað krevur allar ársins og døgnsins tímar.

Tað krevur nógv meiri, enn hvat lønin ber boð um.

Og tí streyka vit.

It's not worth it

Sylvia Thomsen
Sjúkrarøktarfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo