Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir tvey roknskaparár liggur ein lítil millión eftir á botnlinjuni hjá íverksetarafelagnum Góðs sum fæst við at leiga út bilar, mest til útlendsk ferðafólk.

 

Bruttovinningurin reyk frá 317 tkr til 2.170 tkr, og ársúrslitið batnaði við eini lítlari millión - úr halli uppá 37 tkr til vinning uppá 955 tkr eftir skatt. Og tað má sigast at vera eitt lítið bragd eftir so stuttari tíð.

 

Tað eru teir báðir íverksetararnir Jákup Breckmann og Tóri av Skarði, sum báðir eru stjórar og eigarar, sum hála í træðrirnar og hava havt so mikið hepna hond.

 

Felagið hevur nakað av rentuberandi skuld til peningastovnar, umleið 1,8 mió kr, men uppbygda eginognin eftir hesi tvey árini er 917 tkr.

 

Við blaðið Vinnan siga teir báðir, at teir í summar ætla at hava 60 bilar í flotanum, og at tað annars er hart arbeiði og sparsemi sum hevur gjørt, at teir eru komnir hagar, teir eru.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo