Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á býráðsfundinum hjá Tórshavnar kommunu mikukvøldið 30. okt. 2019, er nógv umrødda málið um serstakað byggisamtykt til tess at loyva umfatandi íbúðabygging Undir Kongavarða aftur á skrá. Málið reisir tó fleiri spurningar enn tað gevur svar.

Tað framgongur av málslýsingini í býráðsskránni, at upprunaliga ætlanin um at geva einum privatum felag loyvi at byggja 94 íbúðir á einum økið á 10.500 fermetrum, nú er broytt til at byggja 48 íbúðir á einum minkaðum økið.

Hetta hendir, eftir at kommunan í august fekk handa yvir 600 undirskriftir, eins og yvir 30 mótmælir vóru send kommununi móti uppskotinum til serstaka byggisamtykt.

Ivingarsamar heimildir og ósvaraðir spurningar
Tað er eitt stig rætta vegin, at kommunan tekur so umfatandi mótmælir móti hesi skilaleysu byggiætlan til eftirtektar. Men eftir stendur tó, at spurnatekin framvegis kan setast við heimildina hjá býráðnum til fleiri ymisk viðurskifti í málinum.

Var lendissølan lóglig?
Tað fyrsta er, at eigarafeløgini Undir Kongavarða hava kært kommununa fyri ólógliga at hava selt einum privatum felag lendi uttan at tað frammanundan varð boðið út alment, soleiðis sum ásett við kunngerð. Avvarðandi aðalráð hevur nýliga móttikið viðmerkingar frá kommununi til kæruna, og er ikki liðugt at viðgerða kæruna. Býráðsmeirilutin ætlar sær tó ikki at bíða eftir avgerðini hjá avvarðandi aðalráð.

Tulkar kommunan byggisamtyktina til egnan fyrimun?
Tað næsta ivamálið er, um kommunan yvirhøvur hevur heimild at geva byggiloyvi til nakra íbúðabygging yvirhøvur í einum A3-økið, sum sambært almennu byggisamtyktini einans er ætla til vanlig sethús, tvíhús ella raðhús. Langi listin yvir serstakar byggisamtyktir á heimasíðuni hjá kommununi vísir, at kommunan higartil hevur verið av tí fatan, at tað skal ein góðkend serstøk byggisamtykt til fyri at kunna byggja íbúðarbygningar í A3-økjum. Men í hesum málinum er kommunan nú brádliga blivin sannførd um, at neyðugt er ikki við eini serstakari byggisamtykt til at kunna loyva bygging av 48 íbúðum í hesum sethúsaøkinum Undir Kongavarða. Tað er sera ivingarsamt, um ein slík tilvildarlig umsiting og tulking av almennu byggisamtyktini er í samsvar við ásetingarnar og endamálið við býarskipanarlógini.

Hvussu roknar kommunan seg fram til 48 íbúðir?
Tað triðja ivamálið er, hvussu kommunan hevur roknað seg fram til, at tað nú lættliga er pláss fyri 48 íbúðum, umframt parkeringsøkir, spælipláss og onnur óbygd økir, sum krevjast sambært almennu byggisamtyktini, umframt at stykkið skal minkast við 3.800 fermetrum, úr teimum upprunaligu 10.500 fermetrum til uml. 6.700 fermetrar. Roknistykkið framgongur ikki av málslýsingini í býráðsskránni. Tær útrokningar sum eigarafeløgini sjálvi hava gjørt í samband við sína kæru vísa, at tað kunnu í mesta lagið byggjast 17 sethús ella 22 tvíhús ella 26 raðhús áðrenn grundøkið er minkað. Tí skuldi ein trúð, at tað hevur alstóran áhuga hjá býráðslimum at sloppið at sæð útrokningarnar fyri hesar 48 íbúðirnar, sum býráðsmeirilutin nú ætlan at geva loyvi til, áðrenn býráðið tekur eina avgerð í málinum.

Eigur útbjóðingin av lendinum ikki at ganga umaftur?
Tað seinasta ivamálið sum skal nevnast í hesum umfarinum hava samband við nýggjastu upplýsingarnar í málinum. Har verður upplýst, at kommunan ætlar at gera eitt gerðarbýtið, har privata felagið sum býráðið í summar valdi at selja 10.500 fermetrar Undir Kongavarða til, nú skal fáa 6.700 fermetrar aðrastaðni í býnum. Sum býráðsmeirilutin vísir á, so er eitt tílíkt makaskifti treytað av m.a. góðkenning frá landsstýrinum umframt av øðrum fortreytum. Alt hetta málið byrjaði tó við, at kommunan bjóðaði innbodnum byggivirkjum, íleggjarum og øðrum at keypa 10.500 fermetrar Undir Kongavarða at byggja íbúðir á. Onki tilboð kom inn í fyrstu atløgu, tí ongin kundi góðtakað treytirnar sum kommunan tá setti, men eftir longda freist kom eitt einkult, óvanliga lágt tilboð inn. Tá býráðið á býráðsfundinum 30. okt. skal takað avgerð um so munandi broyting í mun til upprunaliga útbjóðingartreytirnar, at keyparin nú kann fáa heilar tveir matriklar á tilsamans uml. 13.400 fermetrar, so má spurnartekin eisini setast við, um broytingin av útboðnum er so stór, at nýtt útboð eigur at verða gjørt. Tí tað kann hugsast at henda byggiætlan við víðkaða fermetratalinum á fleiri matriklum kring býin, umframt og broyttu fortreytirnar annars, nú kann verða áhugaverd fyri aðrar íleggjarar ella byggivirkir eisini.

Hevur kommunan fleiri hattar í hesum málinum?
Tað er løgið, at býráðsmeirilutin hevur tílíkan skund og vísir hesi vinnuligu íbúðabyggingini so stóra vælvild, at málið skal skundast ígjøgnum, hóast fleiri ivamál eru um heimildirnar hjá kommununi. Eg eri vísur í, at um ein privatur jarðareigari sum átti 6.700 fermetrar søkti um loyvi at byggja 48 íbúðir í einum sethúsaøkið aðrastaðni í býnum, so hevði hann fingið noktandi svar. Tað eru fordømir um privatar byggiverkætlanir, sum hava fingið noktandi svar frá kommununi, fyri minni ivamál enn í hesum málinum.

Men við hesi byggiverkætlanini, har kommunan hevur leiklutin bæði sum seljari av lendinum, umframt býarskipanarmyndugleiki og hartil byggimyndugleiki, ber alt til.

Sera undrunarvert

Jákup Egholm Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo